Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- At Marjus Dam svav í tímanum, tá lógin um fast samband um Vestmannasund varð samtykt, er eingin ivi um.

- Vit, sum hava  stuðlað Sambandsflokkinum í Vágum í síni tíð, áðrenn Føroyar gjørdust eitt valdømi, mugu smyrja okkum við, at Marjus Dam átti at spurt, hvat orðið “útveganarkostnaður”í grein1 í lógini merkir.

Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, í sambandi við grein hjá Svend Aage Ellefsen her á VP fyrr í dag.

- Men at formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, hevur havt eina fjalda dagsskrá saman við formanninum í Sambandsflokkinum, Bárði Nielsen, nokti eg snøgt sagt at trúgva fyribils, sigur borgarstjórin.
 
- Tí bíði eg, saman við fleiri øðrum, í spenningi eftir svarinum frá Bárði og Jørgen í sambandi við ákærurnar frá Svend Aage Ellefsen á Vágaportalinum í dag, sigur Sune Jacobsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo