Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-210/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um asfaltering og annað í Kalsoynni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær er ætlanin at asfaltera landsvegirnar og vegirnar í tunlunum í Kalsoynni?

2. Hvørjar ætlanir eru um at bøta um viðurskiftini hjá ferðafólkum, sum bíða á keiini á Syðradali?

3. Nær er ætlanin at byggja bíðirúm við vesihentleikum og øðrum á keiini á Syðradali?

Svar til spurning 1
Tað eru játtaðar 500 tús. kr. til vegir og tunlar í Kalsoynni í ár (2022). Játtanin er brúkt til at asfaltera eitt vegastrekki í Villingardalstunlinum. Viðmerkjast kann, at ein partur av vegakervinum, herímillum tunlar, ongantíð eru gjørdir heilt lidnir. Tað er ein spurningur um játtan, nær arbeiðið verður gjørt.

Svar til spurning 2 og 3
Landsverk upplýsir, at arbeitt hevur verið við at fyrireika málið um at betra umstøðurnar hjá ferðafólki við ferjuleguna á Syðradali. Ymiskar loysnir hava verið viðgjørdar, og nakað er brúkt til planlegging og tekning. Verandi ætlan er at gera eitt bíðirúm við vesi við ferjuleguna á Syðradali, og tað kostar umleið 2,0 mió. kr.

Tað er umráðandi at umstøðurnar at ferðast eru góðar í Kalsoynni, og landsstýrismaðurin fer at taka málið upp um at játta pening til endamálið í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2023.

Tinganes, 20. juni 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo