Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tíverri eru bíðitíðirnar í barna- og ungdómspsykiatriini langar. Í heyst svaraði landsstýrismaðurin, at bíðitíðin var 16-17 mánaðir, og at 196 børn og ung vóru á bíðilista. Hetta er sera ørkymlandi og ein stórur vøkstur í bíðlistanum.

Sálarligar líðingar og trupulleikar í barna- og ungdómsárunum, sum ikki verða viðgjørd tíðliga, økja um vandan fyri varandi sjúku og trupulleikum. Hetta kann hava stóra ávirkan á lívsgóðskuna bæði í barna- og ungdómsárunum eins og á alla lívsleiðina.

Skjót hjálp er góð hjálp. Tað ræður um at fáa nøktandi hjálp so tíðliga sum gjørligt. Tí er tað sera álvarsamt, at bíðitíðin er so long.

Tað er í barnaárunum at grundarlagið undir menningini hjá barninum verður lagt. Barnaárini eiga at vera merkt at spæli, trivnaði og mennig. Tey børn, sum fáa sálarligar trupulleikar mugu fáa skjóta og rætta hjálp stundisliga. Um ikki er vandi á ferð fyri menningina og framtíðarútlit hjá barninum.

Vit hava nú í hálvt triðja ár havt eina Barna- og ungdómspsykiatriska dagdeildin (sum hevur møguleika fyri innlegging) Spurningurin er hvørjar royndir eru gjørdar í hesum tíðarskeiðið, og um tørvurin á innleggingum er nøktaður við deildini.

Vit hava eisini frætt nógv um tvørrandi samstarv og samskipan sum part av orsøkini til longu bíðitíðini. Tí er neyðugt at fáa greiðu á, hvat ítøkiliga verður gjørt á tí økinum, so børn og ung ikki líða undir tí.

Eg havi tí sett landsstýrismanninum nakrar spurningar um støðuna á økinum. Teir eru:

1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barna- og ungdómspsykiatriini?

2. Hvussu nógv børn og ung eru á bíðilista?

3. Hvussu nógv børn verða útgreinað um vikuna?

4. Hvussu er tørvurin á innleggingum í barna- og ungdómspsykiatriini?

5. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at samskipa betur við eitt nú Sernám og Gigni?

Sirið Stenberg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo