Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

§52-a  fyrispuringur til Kaj Leo Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum

- Er tað framvegis galdandi, at bert koppsettir borgarar kunnu vitja sjúklingar á sjúkrahúsunum?

- Hvør er orsøkin til, at ikki koppsettir borgarar sambært skrivinum frá 13. juli ikki sleppa at vitja síni kæru á sjúkrahúsunum?

- Hvør er munurin á einum koppsettum persóni og einum ikki koppsettum persóni, um báðir hava eina galdandi negativa koronu-test?

- Hvørja heimild hevur sjúkrahúsleiðslan at gera mun millum koppsettar borgarar og ikki koppsettar borgarar?

- Tekur landsstýrismaðurin undir við hesum mismuni millum føroyskar skattaborgarar?

- Fer landsstýrismaðurin at broyta treytirnar fyri, hvør kann vitja síni kæru á sjúkrahúsunum?

Viðmerkingar:
13. juli 2021 var soljóðandi skriv at lesa á heimasíðu Landssjúkrahússins:

“Smittustøðan í Føroyum í løtuni hevur við sær, at avvarðandi eru varin við at vitja innlagdar sjúklingar á sjúkrahúsinum.   

Koppsettir borgarar kunnu framhaldandi vitja sjúklingar. Tó eiga koppsettir borgarar, sum hava verið uttanlands, at bíða eftir úrslitinum frá koronukanningini heimkomudagin, innan vitjað verður á sjúkrahúsinum.

Samstundis verður mint á almennu tilmælini um frástøðu og at spritta hendur, meðan vitjað verður.”

Tað hevur alla tíðina verið almenni politikkur samgongunnar, at ikki skal gerast munur á koppsettum og ikki koppsettum í landi okkara.

Skrivið frá 13. juli ger álvarsligan mun á borgarum í Føroyum, hóast allir gjalda sama skatt til somu tænastur.

Landsstýrismaðurin verður biðin um at grundgeva fyri, hví ikki koppsett verða soleiðis viðfarin av okkara sjúkrahúsverki og hví slíkur munur verður gjørdur.

Bill Justinussen, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo