Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein bilur feyk týsdagin út á Leynavatn.

VP frættir, at talan var um ein føroyskan leigubil sum fimm útlendsk starvsfólk hjá Koks vóru í.

Bilurin fleyt og vindurin tók hann longur út á vatnið og hann tók at søkka, men fólkini sluppu úr bilinum í øllum góðum, summi gjøgnum hurðarnar og onnur gjøgnum vindeyguni. Tá var bilurin so langt úti, at tey nóg illa gryntu. Bilurin gjørdist vrak.

Tað var eitt vindblak sum tók bilin, sum koyrdi á sandinum.

VP hevur spurt hjá politinum, sum ikki hevur frætt nakað um tilburðin.

Men Johannes Jensen, sjóri í Gist&Vist, sum eigur Koks, váttar tilburðin.

- Fólkini fingu øll ein hvøkk, og vóru eitt sindur skelkað handa dagin. Vit hava annars tann politikk, at starvsfólk skulu seta bilin frá sær á P-plássinum við tunnilsmunnan og koyra í okkara bilum niðan til matstovuna. Tað var ein heilt lítil bilur, tey koyrdu í.

- Nú vóru bert svarvsfólk í bilinum. Hvat um tað vóru gestir við eisini?

- Nú var hatta ein lítil bilur. Jeepurin hjá okkum, sum vit brúka til gestirnar, er tungur og hatta hevði neyvan hent við honum, sigur Johannes Jensen.

Hann leggur afturat, at hann ikki sjálvur var til staðar, tá hendingin fór fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo