Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í dag var tangabilurin hjá Førka, sum stendur fyri Biogassverkinum á Hjalla, eftir tøðu frá Eyðanstovugarðinum á Giljanesi.

Tá Biogassverkið hevur vunnið orku úr tøðnum til gasshita og el til SEV, fær bóndin tøðini aftur í veskuformi og lukturin er minkaður við 80%.

So verður tað sprænt út á bøðin at taða við.

Og tað er sera góð tøð at taða við, betri enn innflutt kunsttøð, verður sagt.

Biogassverkið var ársins átak í fjør, og var millum annað sagt í grundgevingini hjá dómsnevndini:

- Nýggja verkið hevur møguleika at framleiða el, sum svarar til nýtsluna hjá 1.900 húsarhaldum og harafturat hita svarandi til 400 húsarhald. Sostatt kann verkið tilsamans spara uml. 11.000 tons av CO2 útláti árliga. Samstundis framleiðir verkið uml. 40-45.000 tons av tøðum, sum bóndurnir kunnu fáa aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo