Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eigarin av Ide Møblum er í seinastuni ringdur upp fleiri ferðir, tí fólk halda, at hann hevur søkt um og fingið kvotur frá Fiskimálaráðnum. Tað hendir eftir søgur í Kringvarpinum um, at eitt felag við einum Birgir Andreasen skal vera ímillum tey hepnu.

- Summi geva ilt av sær, og onkur hevur eisini beinleiðis sagt, at hann ikki ætlar at handla hjá mær longur, sigur ein illa staddur Birgir Andreasen, sum leggur dýran við, at tað er ikki hann men ein annar Birgir Andreasen sum stendur á odda fyri felagnum sum hevur fingið tillutaðar kvotur.

- Hetta er satt at siga eitt sindur troyttandi, og eg vil fegin gera vart við, at eg onki havi við nakað felag at gera, sum hevur fingið tillutaðar kvotur, hvørki so ella so, sigur Birgir Andreasen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo