Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Kassaaluk Kristensen

Mynd: Kassaaluk Kristensen

Mynd: Kassaaluk Kristensen

Í sambandi við bispavíglsuna í Nuuk í gjár, har føroyski biskupurin Jógvan Fríðriksson eisini luttók, sást á mynd í Sermitsiaq at føroyski biskupurin var ikki í sínum ornati, men tað hevði sína góðu grund.

Grønland fekk nýggjan biskup í gjár, tá ið Paneeraq Siegstad Munk var bispavígd, og sambært Sermitsiaq var danska Drotningin eisini til bispavígsluna, umframt danskar biskupar.

Á myndini í Sermitsiaq sást at allir bskuparnir eru í bispabúna ella ornati, uttan føroyski biskupurin, og orsøkin var tann, at tíverri hevði flogfelagið ikki fingið alt viðførið hjá ferðafólkunun við, tá ið farið var úr Keflavík til Nuuk, hevur VP fingið upplýst.

Og millum viðførið, sum ikki kom við, var tað hjá føroyska biskupinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo