Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg spyrji bara, hvar er okkara bispur, sum hvørja viku hevur áhugaverdan og pedagogiskan  blogg á Vágaportalinum?

Tá kirkjan er undir so álvarsomum álopum, sum tað zionistastýrið við Benjamin Netanyahu á odda, ið í  løtuni er undir rættarsókn fyri stuldur og korruptión, stendur fyri at fremja móti kristum og muslimskum palestinensum, kundi ein forvantað at leiðarin fyri prestastattina tók til orðana.

Hopisleyst sær út til at friður kemur í hersetta landið, og slettis ikki við ætlanini at ognartaka seinasta økið hjá palestinum, Gaza. Einasti stuðlar í apartheidskipaða Palestina, eru sjálvandi, og sum ikki einaferð, krígsgalna Pentagon við Trump á odda.

Og so ikki at gloyma Palau, Togo, Mikronesia og Føroyar, sum einastu lond í heiminum, ið stuðla apartheid stýrinum. Sjálv í ES hava 27 av 29 limalondum just einmælt samtykt at mótmæla ta viðferð palestinska fólkið er fyri.

Men her heima er ætlan mentan- og "uttanríkis"málaráðsins, við Jenis av Rana á odda, og enntá saman við hampafólkum úr Sambandsflokkinum og fjøld av álvarsamt trúgvandi kristnum í Fólkaflokkinum, at stovna umboðsstovu sum nærmasti granni hjá Trump-stjórnini, og so enntá  í Jerusalem. Um talan var um TelAviv, so kundi kanska verið okkurt skil í at fingið eitt arbeiðsrúm á donsku ambassaduni, tó tess endamál ikki er til at fáa eyga á, men ljótari og meira beinleiðis grovað provokatión móti  palestinum, er ikki just tað heimsins lond undir ST, og alt ES samt nú eisini norskir bispar vilja stuðla og tí vísa frá sær og mótmæla.

At landsstýrið vil standa inni fyri at stovna umboðsstovu í Jerusalam, verður ein skammplettur á Føroyar, og er tí,  rættuliga undrunarvert at eingin samgongulimur er so mikið at sær komin at hann / hon kann seta ein átunaðarligan, serkteriskan og fundamentalistiskan mantamálaráðharra uppá pláss.

Kári Thomsen 

Les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo