Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Klokkan 8:45 í morgin setur eitt privatflogfar seg í Vágum. Tað er komið úr Geneve, og skal flúgva ríkmannin Niklas Nikolajsen, sum hevur føroyskar røtur, heimaftur til Sveis, har hann býr.

Niklas Nikolajsen er langabbasonur Jógvan Fredrik Kjølbro í Klaksvík, og hann hevur seinastu dagarnar vitjað í Føroyum saman við næstu familju síni.

Hann gjørdist múgvandi, tá hann fyri nøkrum árum síðani keypti nøkur Bitcoin fyri lítið og lætt. Virðið er síðani vaksið so nógv, at hann í dag kann teljast ímillum tey heilt múgvandi.

Finans.dk skrivar, at virðið á fyritøkuni, sum hann stendur fyri í Sveis, Bitcoin Suisse, í dag er 2,1 milliard krónur.

Á hesi leinkjuni ber til at síggja eina samrøðu sum TV2 gjørdi við Niklas í 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo