Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Bitcoin dálkar umhvørvið ov nógv, og tí ber ikki longur til at keypa Tesla bilar við Bitcoin, sigur Elon Musk, stovnari og eigari av heimsins helst best kenda elbilamerki.

Hetta hevur elvt til fall í virðinum á Bitcoin uppá minst 17%, skrivar finans.dk.

Tað er annars ikki meira enn nakrir mánaðir síðani, at Elon Musk kunngjørdi, at hann hevði keypt fyri 1,5 milliardir dollarar av Bitcoin og at nú bar til at keypa Tesla bilar við kryptogjaldoyranum.

Tað hevur leingi verið vælkent, at Bitcoin dálkar illa, tí krevjandi útrokningar skulu áhaldandi gerast í samband við gjaldoyrað, sum einans livir sítt lív á teldum kring heimin, og altso ikki finst í nøkrum fysiskum formi.

- Og tá nógv av streyminum, sum verður brúktur til at reka hesar stóru teldurnar verður framleiddur við streymi sum aftur er framleiddur við koli ella olju, so dálaka Bitcoin ov illa til at vit sum er vilja brúka tað, sigur Elon Musk men leggur aftur, at at kann broyast um Bitcoin verður eitt grønari gjaldoyra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo