Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hann vitjaði kirkjugarðin og stóð við leiðið. Andakt, ró og friður. Einsamallur ein góðveðursdag millum søkurnar.

Gekk framvið og órógvaði hann í løtuni. Eitt smíl rann um ennið, og so segði hann stillisliga: “Fyri mær er tað veruliga lívið at liva í trúnni á Jesus Krist. Fyri mær er Jesus lívsins innihald og allur ævinleikin.”

So var tøgn eina løtu, og hildið varð fram: “Eg veit ikki, hvat ið eg skal skriva á gravsteinin. Kona mín var eydnan, lívið og kærleikin. Hon var so líkatil, altíð hjástødd í løtuni. Hon var fulltikin, soleiðis sum hon var.

Hon gav seg ikki út fyri at vera meira enn tað, ið hon var, ein frelstur syndari.”

Tað er júst tað, ið Jesus royndi at læra sínar lærusveinar. Verðið sonn í orði og verki. Verðið hjástødd í rúmi og tíð. Kannið lendið og finnið útav, hvussu tit bera tykkum rætt at við atliti at trúnni, frelsuni og medmenniskjum tykkara.

Trúgvin hevur ein grundvøll, svá ápostulin Paulus sigur við kirkjuliðið í Korint: “Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus.” (Fyrra Korintbrævið 3,11).

Í hesi trúgv er tað teimum kristnu umráðandi, at vit eru heldur enn tað, at vit geva okkum út fyri at vera.

Tí tað góða træið kennist av síni egnu frukt. Tí tann góði maðurin ber fram úr hjartans góðu goymslum sínum. Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av.

“Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.” Sum faðirin, svá børn hansara. Tað er ein dygd og røtt etisk framferð, um vit eru myndað av Jesu hugsan, atferð og atburði.

Kristindómur er bæði áskoðan og lív, bæði trúarlæra og etiskar leiðreglur. Jesus er lærarin, ið gevur trúnni innihald. Jesus er lærumeistarin, ið vísir lærusveinum sínum, hvussu teir eiga at ganga í fótasporum Meistarans.

Fýra fyridømi eru nevnd, hvussu vit eiga at bera okkum at í samskifti og samvinnu við onnur menniskju. Vit skulu vera, ikki einans halda og meta um. Tað ræður um at vera, vera í læru hjá Jesusi og gera sum Meistarin.

• Dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd.

• Fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd.

• Umberið, tá skal tykkum verða umborið.

• Gevið, tá skal tykkum verða givið.

Tvey tey fyrru fyridømini hava neiligt fortekn. Tvey tey seinnu hava jaligt fortekn. Vit skulu ikki gera soleiðis: ikki døma ella fordøma! Vit skulu júst gera soleiðis: umbera og geva burtur av ognum okkara!

Orð Jesu um miskunnsemi og fyrigeving, hava ein jaligan tóna. Umbera vit, og eru vit rík í náði og fyrigeving mótvegis øðrum, ja so umber Guð okkum og ber yvir við mistøkum várum.

Um vit umbera og geva, skal okkum verða givið eitt stappað, stungið høgrokað mál, tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált.

Tað merkir, at Guð ríkiliga lønar okkum aftur, um vit sína miskunnsemi og eitt yvirberandi sinnalag mótvegis medmenniskjum okkara.

Tað er altumráðandi, at næstin merkir fløvan av Guðs ríki í atferð og medferð okkara. Tí soleiðis sum vit eru og bera okkum at, umboða vit Guðs ríki yvir fyri teimum, ið vit møta á lívsleiðini. 

Tá ið vit døma og fordøma onnur, tørvar okkum síggjandi eygu. Vit varnast ikki bjálkar í okkara egnu eygum. Bjálkin í eyganum ger okkum sjónveik og blind, so vit ikki síggja at taka flísina út úr í eygunum á brøðrum og systrum.

Ein jødiskur rabinari gav næmingum sínum hesi ráðini: “Døm ikki næsta tín, fyrr enn tú ert komin í somu støðu.”

Umsett til nútíðar viðurskifti kunnu vit siga: Døm ikki børnini í grannalagnum og foreldur teirra, fyrr enn tíni egnu børn koma í somu støðu.

Liva vit nóg leingi, verður tað staðfest, at alt, ið hendir onnur, kann raka okkum. Latum okkum tess vegna vera skilagóð og útseta alla fordøming.

Tá ið neyðin einaferð rakar okkum sjálv, verður lívið nógv lættari at liva, um vit fylgja ráðum Jesu. At vit ístaðin fyri dómin og tann dømandi tónan møta næsta okkara við virðing, umbering og fyrigeving.

Geva vit øðrum burturav tí miskunn, ið vit hava fingið frá Jesusi, verða vit ríkiliga signað, eisini um tilveran ber niðan brekkuna. Geva vit okkum sjálv í tænastu for Kristus, verða vit eydnurík!

Vit ynskja hvør øðrum eina vælsignaða ferð fram móti tí himmalska staðnum. Heima í himli verða vit vegna Jesus mett fullkomin og útlærd. Vit fáa prógv saman við fleiri av teimum, ið vit mettu vóru dumpað á leiðini.

Prógvið er náði Guðs í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Amen.

Orðið: “Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.” (Lukas 6,36).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild: Andaktin er ein stytt prædika úr Skála kirkju, Kvf 9. juli 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo