Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vørn: Í samband við, at Eysturbúgvin sakk hósmorgunin 14. apríl, varð Tjaldrið sent á staðið at leita eftir møguligum vraklutum. Serligan áhuga høvdu teir báðir sjálvuppblásiligu bjargingarbátarnir.

Tá Eysturbúgvin sakk, var Tjaldrið statt á svartkjaftafeltinum við føroyska sjómarkið.

Tjaldrið hevði umleið 5 tímar at sigla á uppgivnu knattstøðuna.

Tá Tjaldrið kom fram, var nakað av olju at síggja á sjónum, annars ongir vraklutir.

Av tí at nakrir tímar vóru gingnir, var neyðugt at skipa leitingina væl, við leitingarmynstri.

Umleið 23 tímar eftir óhappið, fann Tjaldrið báðar bjargingarbátarnar hjá Eysturbúgvanum.

Bjargingarbátarnir vóru tá riknir 25 fjórðingar í ein útnyrðing frá vanlukkustaðnum.

Umframt bjargingarbátarnar fann manningin á Tjaldrinum EPIRB (neyðsendari), flótidrakt og ymsar aðrar smærri vraklutir av Eysturbúgvanum.

Myndir: Bjartur Tórhalsson​

Á heimasíðuni hjá Vørn eru fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo