Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hugaligt at síggja, at samlaða treystitalið í føroyska búskapinum ikki er óvæntað lækkað munandi í samband við korona-farsóttina.

Metingarnar í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum hála treystitalið niður, men hvussu útlitini vera fyri tær stóru útflutningsvinnurnar, valdast helst gongdini í londunum, ið vit útflyta til.

Hóast byggivinnan eisini hevur lægri vísital í mun til seinastu kanning, so er hon tó meira bjartskygd enn tilfeingis- og ídnaðarvinnan.

Fyri okkum er tað sera gott, at handilsvinnan og smásølan framvegis eru bjartskygdar og hava eitt treystital, ið liggur beint við miðal. Tænastuvinnan hevur eitt lægri vísital, sammett við seinastu kanning.

Vísitalið er eisini lægri hjá tænastuvinnuni, sum umfatar ferðavinnuskrivstovur og gistingarhús og matstovur. Júst hesar vinnur eru meinast raktar av korona-tiltøkunum, ið kravdu samfelagið niður í ferð og stongsul. Tað er sera hugaligt at síggja, at tað gongst betur hjá júst hesi vinnuni nú.

Búskaparráðið vísir á, at tá nógvar íløgur verða gjørdar í senn, so er altíð ein vandi fyri trýsti á arbeiðsmarknaðinum innan byggiyrkið. Hetta kann ávirka restina av búskapinum við prís- og lønarvøkstri.

Kommunan er her við til at stuðla undir eini tryggari gongd við ígongdsetan av arbeiðum, sum tryggja eina jaliga ávirkan á arbeiðsmarknaðin. Avmarkingin orsakað av troti á arbeiðsmegi er minni nú og ein fimtingur av okkara byggifyritøkum hava als ikki merkt nakra avmarking.

Kommunan tryggjar áhaldandi jaligu gongdini við íløgum innan bústaðarbygging, ítrótt, mentan og innan eldraøkið.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo