Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nevndin í Menningargrunni Útnorðurs hevur sett Bjart Nolsøe sum nýggjan stjóra. Hann byrjar sum stjóri 1. Apríl 2022. Høvuðssæti hjá Menningargrunni Útnorðurs er í Nuuk, Grønlandi.

Bjartur Nolsøe er 52 ára gamal, bankaútbúgvin, og hevur prógv sum HD. Hann er bankaútbúgvin í Eikbanka.

Í seks ár arbeiddi Bjartur Nolsøe í Grønlandi. Fyrst sum leiðari á Vinnudeildini í Grønlandsbankanum, og síðani sum leiðari av deildini hjá Banknordik í Grønlandi. Haraftur at hevur hann verið leiðari av Íverksetarahúsinum í Klaksvík.

Bjartur Nolsøe tekur við eftir Sverra Hansen, sum ynskir at fara á pensión.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo