Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skipað verður fyri ymsum aktivitetum fyri jordjobbarum í frítíðini. Her eru tey farin upp á Galdhøpiggen í Noregi (Mynd: norden.no)

Skipað verður fyri ymsum aktivitetum fyri jordjobbarum í frítíðini. Her eru tey farin upp á Galdhøpiggen í Noregi (Mynd: norden.no)

Nordjobb er ein tænasta undir Norrønu Feløgunum, sum nú í yvir 30 ár hevur bjóða ungum norðurlendingum millum 18 og 28 ár spennandi feriustørv í øðrum Norðurlandi.

Á hvørjum sumri eru ungir norðbúgvar í Føroyum og átaka sær ymisk størv í longri og styttri tíðarskeið. Afturat pengunum, sum kunnu vinnast og upplivingunum av at arbeiða í einum øðrum landi, verður eisini skipað fyri sosialum tiltøkum fyri tey ungu, eins og bústaður eisini er tryggjaður.


Hóast fleiri hundrað norðurlendsk ung á hvørjum ári gera brúk av hesi tænastu, so hevur talið av føroyingum verið avmarkað. Helst tí, at føroyingar, ið lesa uttanlands, helst vilja heim í summarfrítíðini, og tí ikki hava møguleika at fáa eitt Nordjobb.


Í ár er heilt galið. Ongin føroyingur hevur meldað seg til enn, og tað halda fyrireikararnir vera serliga spell, og royna tí at gera vart við møguleikarnar í hesi skipanini. Samskipararnir av verkætlanini vísa á, at tey hava nógv størv, ið kundi verið áhugaverd og spennandi fyri ungar føroyingar, eitt nú við vakra Geirangerfjørðin í Noregi, innan ferðavinnuna í Álandi og finska skergarðinum og á flakavirkjum og bátum í Grønlandi, enntá eisini einum hotelli, ið verður rikið av føroyingi.

Nordjobb leitar eisini áhaldandi eftir arbeiðsplássum, ið eru áhugað í at taka ein norðurlending inn í styttri tíðarskeið um summarið og út á heystið. Arbeiðstakarar eins og arbeiðsgevarar finna fleiri upplýsingar á heimasíðuni hjá Nordjobb, www.nordjobb.org

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo