40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Grindahvalurin - eitt sera umrøtt djór, serliga seinastu árini. Filmurin, Grindahvalur, vísur fram hetta ímyndaliga djórið meira nágreiniliga og bjóðar til dialog og kjak.

Grindadrápið í Hvannasundi seinasta týsdag var ikki uttan trupulleikar. Ikki bert tók drápið av tí fyrra bólkinum við 120 hvalum upp móti ein hálvan tíma. Fleiri mønustingarir boygnaðu í drápinum og vóru ikki brúkandi. Eisini vórðu eini 10 hvalir tilsamans frá bæði tí fyrra og tí næsta minna bólkinum aldrin dripnir, tí grindamennirnir høvdu trupulleika við at reka teir inn. Hesir hvalirnir svumu í tímavís nær tað blóðugta vatnið og strondina, har familja teirra varð dripin. Um síðir, næsta morgun, svumu teir burtur. Grindahvalir eru sera sosial djór, ið halda saman gjøgnum bæði gott og ringt.

Teir næstu dagarnar verður høvið til at hava ein dialog um etiskar spurningar í samband við grindadrápi og um positiv alternativ til hendan gamla siðin, sum so nógv ósemja er um. Rúni Nielsen og Marna Frida Olsen fara at sýna dokumentarfilmin, Grindahvalur, og bjóða til sakligt kjak aftaná.

Grindahvalur er ein flottur og upplýsandi dokumentarfilmur, 30 minuttir langur, gjørdur av filmsfólki úr Onglandi í samstarv við føroysk umhvørvisáhugað. Hann varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum í januar, har umleið 300 fólk vóru og hugdu, og eitt gott kjak kom burtur úr. Sir David Attenborough leggur fyri í filminum. Frásøga og undirtekstur er á føroyskum.

Mikudag 3. august
Stað: Listastovan í Miðvági
Tíðspunkt: kl. 20:00

Hósdag 4. august
Stað: Sirkus í Tórshavn
Tíðspunkt: kl. 20:00

Leygardag 6. august
Stað: Atlantis Bio í Klaksvík
Tíðspunkt: kl. 14:00

Mánadag 8. august
Stað: Seglloftið á Tvøroyri
Tíðspunkt: kl. 20:00 Pál Weihe verður at svara spurningum um heilsuárin av grind og spik

Tiltakið er ókeypis, og ein drekkamunnur verður at fáa.

Tiltakið á facebook: https://www.facebook.com/grindahvalur/events

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo