Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

ADHD: Bjørg Dam heldur fram, sum forkvinna í ADHD felagnum. 

Á aðalfundinum 20. mars varð avgjørt at styrkja nevndina við at økja nevndina úr 6 upp í 7 limum, og tiltakslimatalið úr 3 upp í 5.

Eisini limaskarin í felagnum er vaksin við fleir enn 200 limum seinastu 2 árini.

- Langt er eftir á mál, og vit hava brúk fyri øllum hondum í felagnum, segði Bjørg Dam, sum varð afturvald á aðalfundinum, eftir at hava verið forkvinna seinastu 2 árini.

Nevndin hevur skipað seg við Bjørg Dam, forkvinna, Asger Eið Karinarson næstformaður, Maiken á Mýruni, skrivari, Anne Sophie Nordendal, peningarøkil, Anna Nolsøe Joensen, Poula Patursson og Pætur Nattestad Petersen.

Tiltakslimir eru: Edmund M. Djurhuus, Karolina Láberg, Óli Nolsøe Olsen, Bjørga Sivertsen og Laura Apol (væntar á myndini)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo