At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í novembur er tað Bjørk Gudmundsen ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.

Bjørt Gudmundsen sigur:

- Áhugin fyri tí listarliga og hvussu ein kann úttrykkja seg listarligt, hevur altíð verið har og seinastu árini, er tað blivið partur av mínum gerandisdegið, at skapa listarligar lutir burturúr ymiskum, bæði við binding, prenting, tekning og máling. Eisini havi eg gjørt lutir burturúr rekaviði, leir og betong.

- Eg havi gingið á kvøldskúla í list og eisini luttikið á nógvum spennandi og ymiskum skeiðum, bæði uttanlands og í Føroyum.

- Tvey tey seinastu árini, havi eg gingið á Glasir og nomið mær útbúgving sum "Tilvirkis-atstøðingur” har arbeiddi eg nógv við, hvussu eg kundi úttrykkja meg listarliga, í teimum ymisku handaligu fakunum, - serliga í binding. ì samband við útbúgvingina, var eg so heppin at sleppa í starvsvenjing  á “Steinprent”, tað var sera spennandi og læruríkt, at verða í listarliga umhvørvinum og síggja hvussu viðurkend listarfólk arbeiða.

- Eg havi javnan framsýningar ymsastaðnis í Føroyum og tað ið eyðkennir mína list, er at málningarnir ofta eru abstraktir, har dentur er lagdur á at skapa róligar rørslur í verkini.

- Mínar hendur eru mín pensil, og við at lata hendurnar ferðast við beinleiðis sambandi við løriftið, eydnast tað mær at fáa bleytu og róligu rørslurnar fram á verkunum.

- Ein annar máli teknikkur, hevur eisini hugtikið meg sera nógv og tað er “Mandala tekning”. Síðan 2014, havi eg javnan luttikið á skeiðum, ið hava veitt frálæru í hesum spennandi máli hátti.  At tekna Mandalas, er ein sera spennandi heimur, hettar við at skapa vøkur mynstur við passara og linjual, -har alt hongur saman, er sera dragandi, hugtakandi og avstressandi.

- Á hesi framsýning havi eg valt at sýna fram, mandala málningar.

- Fyri stuttum, helt eg skeið í mandala tekning, og ætli mær javnan at bjóða hendan møguleikan fram.

- Eg havi eina síðu á Facebook, ið nevnist "Børka-Design”, har leggi eg myndir út av tí sum eg fáist við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo