Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

6.februar fyllir Bjørn Krog 6o ár.

Bjørn er ættaður úr Kalundborg á norðurvest Sjællandi, men býr nú í Havn. Foreldrini vóru Laila og Alf Krog, bæði lærarar, pápin var varaskúlastjóri í Kalundborg, mamman hevði umframt at vera lærari tað týdningarmikla starv at uppala sjefarhundar til politiið.

Bjørn elskaði, heilt frá tí hann dugdi at ganga, at spæla við einum bólti og var og bleiv tí ein av teimum  heilt frægu í so máta. Eftir at hava tikið studentsprógv var hann eitt skifti sum 18-19 ára gamal í Vejle fyri at útbúgva seg til professionellan fótbóltspælara og trenara.

Í 1980 kom Bjørn til Vágs sum trenari hjá V.B.

Í Vági kom hann at kenna Elsu Mariu, dóttur okkara.  Tá Elsa Maria fór í Hoydalar á studentaskúla, varð Bjørn eftir í Vági eina tíð, áðrenn hann eisini fór til Havnar. 

Í Havn fór Bjørn at spæla við besta fótbóltsliðinum hjá H.B. og sum tann sera góði tekniski framherji, hann var, blivu teir eisini føroyameistarar, meðan Bjørn var á liðnum.

3 ár seinni fóru tey til Danmarkar á universitetið í Odense.  Eftir loknan lestur fingu tey sær starv har og keyptu sær hus í Odense. Nøkur ár seinni komu tey aftur til Føroyar, Bjørn sum studentaskúlalærari á Kambsdali og Elsa Maria sum stjóri á Handilskúlanum sama stað.  Tey keyptu hús í Lorvík og settu búgv har.

Nøkur ár seinni  fluttu tey so til Havnar og endaðu sum lærarar í Hoydølum. Bjørn er í dag inspektørur á Glasir og Elsa Maria er undirvísingarstjóri á gymnasialu deildini á Glasir. Elsa Maria og Bjørn eiga eitt barn, Bjørk, sum er ákæri hjá politinum. Bjørk er gift við Bjørn Kunoy, og tey eiga 2 børn.

Tá eg nú vil heiðra Bjørn við nøkrum fáum orðum, so lat tað vera við nøkrum orðum um hansara málsøki - søgu - og søgu, sum hevur nakað við heimstað hansara Sjællandsodde at gera, har foreldrini  m.a. høvdu ein niðurlagdan bóndagarð við tilhoyrandi stórari skóg. Teirra stóri áhugi var umhvørvið, og hava tey tí gjøgnum tíðina plantað eina mongd av trøum umhvørvinum til gagns.

Tá eg nú gjarna vil nevna Sjællandsodde í søguligum høpi í samband við Bjørn, má eg eisini nevna Villemoes, og illa ber  til annað enn í sama viðfangi eisini at nevna “slaget på Reden”, haðani vit kenna fleiri kendar menn eitt nú Nelson, sum setti kikaran fyri tað blinda eygað. Sjálvt um danir taptu her, eins og teir so ofta gjørdu í kríggj, tí teir sum oftast hildu uppá tann skeiva “hestin”, antin tað nú var Frakland, Ongland ella onnur, so hildu teir áfram í hesum  stríðnum “á Redini”, til teir bert høvdu eitt krígsskip eftir.

Úr hesum bardaganum kenna vit eisini tann unga danan Villemoes (Jessen), sum á “ Redine”  royndist so væl hóast blaðungur, at hann fekk einasta og seinasta krígsskip dana at føra. Tað var “Prins Kristian”, sum lá “goymt” uppi í Noregi (tá hoyrdi Noregi enn við til Danmark).

Tá ið Villemoes kom upp til skipið, gav hann boð um at sigla heim, sjálvt um hann visti, at tað var vágaligt. Tað gekk heldur ikki leingi, eftir at teir vóru farnir at sigla, so vóru 5 ensk krígsskip eftir teimum.

Jagstranin gekk fyri seg heilt suður ímóti Sælandi, har tað stóra slagið stóð.

Í endanum á vísuni um heimferðina hjá Villemoes kvøða vit:
     
    På Sjællandsstrand, der hug vores sidste orlogsmand,
    han til et bål det gjorde,
    på blodig røden strand,
    de gutter sprang fra borde.

Villemoes og øll manning hansara royndu at bjarga sær í land, men lótu lív har, og “Prins Kristian”  kolaðist upp á strondini á Sjællandsodde.

Líkini av manningini vóru grivin har á staðnum, og tann danski presturin og kenda sálmaskaldið N.F.S. Grundtvig, sum var besti vinmaður Villemoes, yrkti eitt ørindi til grøv hansara úti  á Sjællandsodde.

    De snekker mødtes i kvæld på hav,
    og luften begyndte at gløde,
    de leged alt over den åbne grav
    og bølgerne gjordes så røde.
    Her er jeg sat til en bautasten,
    at vidne om slægter i Norden,
    danske de er af hvis møre ben,
    undre mig smuldre i jorden,
    danske af tunge af æt og af id,
    thi skal de nævnes i løbende tid
    fædrenes værdige sønner.

Her á hesum søguríka stað á Sjællandsodde hevur Bjørn traðkað sínar barnaskógvar. Foreldrini búðu heilt nær við, og omman hevði summarhús heilt úti á Sjællandsodde, og frá teimum  hevur Bjørn bæði hoyrt og upplivað  søgur aftaná søgur í rúgvuvís. Bjørn hevur gingið og spælt nógv á hesari fyrr so blóðdálkaðu strondini, so ikki er løgið annað enn, at alt hetta hevur skapt hansara áhuga fyri tí søguliga og søgu sum heild, og at hann tí valdi at lesa søgu á universitetinum og lesa ítrótt, sum eisini var sjálvsagt, tí hann var jú fótboltspælari burturav.

Júst tíðarskeiðið frá 1801 og fyri og eftir 1814 var so týdningarmikið í søguligum og fíggjarligum høpi fyri norðanlond og endaði við, at tey fóru sundur, og at Føroyar blivu verðandi saman við Danmark, undir friðinum í Kiel 1814. Samstundis sum alt hetta fór fram, stríddist tjóðarhetja føroyinga, Nólsoyar Páll, fyri lívinum heima í Føroyum til tess at bjarga sær og landsmonnum sínum, sum liðu bæði hungur og hall og lógu deyð í sjóvarmálanum við tarablaði í munni.

Sambandið millum niðurberjanina á Sjællandsodde og Føroyar (Nólsoyar Páll) kom sjálvandi eisini at ávirka Bjørn, sum seinni kom at skriva speciali um føroysk viðurskifti - einamest Klaksvíksstríðið, og vit gita, at tað er tí, Bjørn vil steðga á og halda ein part av 6o ára føðingardegi sínum í Klaksvík.

Vit gleða okkum til ein góðan fyrilestur og eitt gott prát aftaná?  

Tá lesnaðurin var liðugur í Odense, fingu Bjørn og Elsa Maria sær starv, Bjørn í Vejle og Elsa Maria á Tietgen skúlanum. Tey  keyptu hús í Odense og búðu har í nøkur ár. Longsulin eftir Føroyum var tó so stórur, at tey søktu starv heima. Bjørn fekk starv sum lærari á studentaskúlanum á Kambsdali, og Elsa Maria bleiv stjóri á handilsskúlanum sama stað. Tey keyptu hús í Lorvík  og setti búgv har. Har vóru tey í nøkur ár, men fluttu so til Havnar og búgva nú í Tróndargøtu, har tey keyptu sær hús. Tey endaðu so sum lærarar í Hoydølum.

Bjørn kom at undirvísa í søgu og ìtrótti og er nú inspektørur á Glasir, meðan Elsa Maria er undirvísingarstjóri á gymnasialu deildini á Glasir.  Bjørn hevur ein stóran part av sinari tíð í Hoydølum og saman við starvsfelaginum og vinmanninum Hans havt fótbóltsskeið í Havn.

Afturat hesum hevur Bjørn eisini í nógv ár verið ein av mongum álitismonnum hjá FSF. Umframt alt hetta hava Elsa Maria og Bjørn, av  persónligum áhuga sína lítlu fyritøku.

Bjørn, gott var, at tit endaðu aftur her uppi hjá okkum. Í Føroyum er gott at vera, og her trívist tú eisini sera væl, og her hevur tú skapt tær tína egnu familju. Tú hevur nógvar dygdir, ert sera raskur og ein meistari í at gera mat, serliga góðan, sunnan og vælsmakkandi mat, so har verður ein ikki tikin á bóli.

Sum eg skilji, so verður føðingardagurin hildin eitt langt vikuskifti umkring 6.febr., men hvar nágreiniliga festmáltíðin verður, vita vit ikki enn. Bjørn er altíð skemtandi og sera hulisligur. Í seinastu løtu fáa vit at vita staðið, har sjálvur føðingardagurin skal haldast, men Bjørn hevur bjóðað í føðingardag og givið nakrir upplýsingar um støð, har steðgast skal á á tí 40 km langa túrinum úr Havn.

Tað eru støð, har víkingaleivdir finnast, sigur hann, so tað kundi týtt uppá Lorvík. Ì øðrum lagi er bert eitt brot av einari býarmynd, har steðgast skal á. Er myndin úr Klaksvík? Um so er, hví Klaksvík?

Kanska tí at Nólsoyar Páll hevur búð har, og í so máta  hevði tað verið sera áhugavert, men eisini Klaksvík, tí hann vil vísa ella fortelja okkum okkurt serligt, og so hevði tað ikki verið minni áhugavert. Bjørn skrivaði jú spesialið á universitetinum um Klaksvíksstríðið. Líkamikið vit eru spent og forvitin.

Hesin mátin minnir meg nógv um, hvussu hann til føðingardagarnar hjá Bjørk royndi at gera tað hugnaligt, stuttligt og spennandi hjá teimum nógvu børnunum, sum altíð komu í føðingardag, við at leggja postar út í nærumhvørvinum til børnini at kappast um at leita eftir, finna og loysa uppgávuna.

Tað var ein fragd hjá teimum vaksnu at síggja øll børnini, hvussu glað tey vóru, tá tey brosandi komu heim aftur og greiddu frá loysnini og fingu at vita, hvør ið hevði verið skjótastur.

Somuleiðis gleða vit okkum til føðingardagin og til, hvat íð fer at henda, men eitt eri eg vísur í,  at onkur spurnarkapping verður og nógv og gott at eta.

Bjørn, hjartaliga til lukku við degnum og góðan og blíðan byr framyvir.

Kærar heilsanir
Jákup Olsen

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo