Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Dagfinn Olsen, lærari, skrivar: Deyðin er í durunum. Soleiðis verður ofta tikið til, um ikki gongst sum ætlað, ella okkurt ikki er tókt, sum, vit hava vant okkum við, altíð er til taks.

Blaðdeyðin hevur verið ein deyði, ið er komin sníkjandi síðstu mongu árini. Og bløðini, avísirnar, ið eftir eru, berjast hvønn dag fyri at halda høvdið uppi yvir vatnskorpuni. Bakka vit eini 15 ella 20 ár, so høvdu vit her á landi eini 6 ella 7 dagbløð, ið komu út regluliga. Eftir kreppuna fyrst í nítiárunum fingu mong mønustingin og komu ikki fyri seg aftur.

Tær báðar avísirnar, ið eftir eru, hava ein harðan gerandisdag, tí fyri at siga tað hart, so doyr burtur av fasta lesaraskaranum, og neyvan legst afturat í yngra endanum. Sjálvt góða, gamla Barnablaðið, ella Strok, sum tað nú eitur, tykist berjast sín bardaga, eins og aðrar pappírsútgávur.

Okkara ungu í dag, børnini, fáa síni tíðindi, vitan ella bara undirhald, á netinum. Tað eru forrit, ið fóðra tey, og sum tey kanska eisini fóðra.

Stórur partur av teirra barnsliga leikpalli er ikki í skúlagarðinum, í túninum, á gólvinum ella á vølli. Heldur er pallurin í einum sonevndum tykisveruleika. Spøl spælir ein á netinum! Og á ymsu pallunum skal ein gera sær ein profil – annars er ein ikki til, sum onkur skemtiliga hevur tikið til.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo