At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 7. juni kl. 14 verður mótmælisgonga ímóti rasismu. 

25. mai varð amerikumaðurin George Floyd handtikin og dripin á gøtuni av løgreglumanninum Derek Chauvin. Hetta er ikki eitt eindømi, men bert seinasta dømi upp á struktrellu rasismuna í USA. Ferð eftir ferð síggja vit, at ósekir, afro-amerikanarar verða dripin og illa viðfarin av løgregluni. 

Morðið á George Floyd varð filmað og lagt á sosialu miðlarnar. Øll verðin hevur hugt við. Og kring allan heim vísa fólk nú sína ónøgd - á sosialu miðlunum og á gøtuni - um at fólk enn í 2020 dag og dagliga eru fyri rasismu av alskins slagi.

Hesin uppreisturin, hevur direkta ført til at Derek Chauvin, og teir fýra løgreglumenninir, ið hugdu at, nú eru ákærdir fyri manndráp.

Hóast myrk folk í Føroyum ikki verða dripin av løgregluni, er rasisma sanniliga ein partur av føroyska hugburðinum og tað er nakað, ið SKAL broytast.

Sunnudagin fara vit út á gøtuna í Havn at mótmæla rasismu, og at tað enn í dag verður gjørdur mismunur á fólki vegna teirra húðarlit og uppruna. Samstundis vilja vit eisini vísa samhuga við teimum, ið eru fyri rasismu - bæði í Føroyum og í úti í heimi.

Vit heita tí á øll - stór og smá – innanfyri og uttanfyri Føroya Løgting um at taka lut.

Vit møtast á vaglinum sunnudagin kl. 14 við heimagjørdum skeltum, bannarum og øðrum. Síðani fara vit oman í perlutorgið, har JASMIN spælir nøkur løg, annars er orðið frítt. 

Eisini eru vit sera heppin, at Unga Tjóðveldið, Sosialistisk Ung, Unga Sambandið, Ungt Sjálvstýri, Framsøkin ung og Amnesty hava valt at stuðla mótmælisgonguni, sigur fyriskipari av "Black Lives Matter - Eisini í Føroyum".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo