Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tey taka væl ímóti okkum, øll eru blíð og fyrikomandi og tey allar flestu eiga eisini nøkur oyru at lata. Og so hjálpir tað eisini uppá huglagið, at veðrið er so gott í dag.

Nakað soleiðis sigur ein av teimum, sum gongur hús úr húsi og savnar inn til hjálpararbeiðið hjá Bláa Krossi.

Blái Krossur skipar fyri innsavnanini sum ein lið í værkætlanunum "Øll hava rætt til góð barnaár" og "Liv Lívið".

- Hetta er fyribyrgjandi verkætlan, har vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar, sigur Blái Krossur á heimasíðuni.

Spurdur um hvussu tað gongur at savna inn reiðan pening í hesum døgum, tá nógv fólk bara brúka kort, sigur innsavnarin, at tað er eitt sindur av muni á ættarliðunum.

- Tey eldru hava pengarnar liggjandi klárar til okkum. Yngru ættarliðini hava kanska ongan reiðan pening inni, men tá hava vit eitt kort, sum vit geva teimum, har allar upplýsingar standa á, so tey kunnu flyta Bláa Krossi eina upphædd.

Les meira um hjálpararbeiðið hjá Bláa Krossi her

Hjartanemandi video um trupulleikan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo