At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 7. mai verður høvi hjá fólki at stuðla tveimum verkætlanum hjá Bláa Krossi, tá ið bússur verða bornar út í øll hús í landinum.

Áttanda árið á rað skipar Blái Krossur fyri landsinnsavnan. Ein føroysk og ein útlendsk verkætlan verða stuðlaðar.

Øll hava rætt til góð barnaár
Hetta er føroysk verkætlan, ið Blái Krossur hevur havt í nøkur ár. Vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu.

Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar. Tveir bólkaleiðarar taka sær av hesi uppgávuni. Hetta er til sera stóra hjálp hjá børnum og ungum í hesi støðu.

Hjálp til børn og ung í Grønlandi
Hin verkætlanin er í Grønlandi. Næstan ein triðingur av øllum grønlendskum børnum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum. Og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar. Blái Krossur í Føroyum samstarvar við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna. Ein barna- og ungdómsráðgevi er settur í starv, sum ferðast runt í Grønlandi at menna tað sjálvbodna arbeiði at hjálpa hesum børnum og ungu. Millum annað er ymiskt virksemi, túrar og legur á skránni.

Í seks ár á rað hevur Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini hvørt summar virkað í nakrar vikur í Nuuk. Toymið kom skjótt í samband við Bláa Krossi í Grønlandi, og hevur havt eitt ávíst samstarv við tey síðani. Toymið gjørdi eisini vart við støðuna yvir fyri danska Bláa Krossi, ið tá ikki hevði gjørt nakað í Grønlandi í áravís. Og tað hjálpti at gera vart við støðuna, tí síðstu árini hevur danski Blái Krossur lagt meira orku í arbeiðið í Grønlandi. Umframt at seta og fíggja eitt starvsfólk, hava teir m.a. eisini fingið til vega stuðul til at gera ábøtur á gomul blákrosshús í seks býum í Grønlandi. Talan er um húsini í Nuuk, Sisimiut, Illulissat, Maniitsoq, Aasiaat og Paamiut. Hesi húsini skulu eisini brúkast til áðurnevnda virksemi fyri børn.

Brúk fyri bússuberarum
Umleið 400 sjálvbodnir bússuberarar fara at ganga við bússum 7. mai kring alt landið. Fleiri bússuberarar hava játtað seg at ganga, men enn er brúk fyri fleiri.

Um onkur vil hjálpa at ganga við bússu, so eru tey vælkomin at siga frá á tel 770700 ella á blakross@blakross.fo ella á facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo