Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Neyðarrópini tróta sjáldan í Føroyum, men treyðugt er tað fiskimenn ið hoyrast fremst á tí mótinum. Tó kann tað undra at eingin í tí almenna rúminum tykist geva sær far um hvussu illa fyri ein stórur partur av okkara feskfiskaflota er ídag, og hvussu hetta rakar manningar og annars tey ið eru knýtt at hesum skipum. Her má eisini havast í mentu at talan er um ein framvegis sera týdningarmiklan lið í fiskivinnuni.

Yvir alt tíðarskeiðið nú meðan Korona hevur herjað við túsund tiltøkum afturvið, eru hjálparpakkar — takk og lov fyri tað, soleiðis sum fyritreytirnar hava verið — útskrivaðir bæði í eyst og vest. Mong hava fingið ein kærkomnan almennan styrk, sum eisini skal vera teimum væl untur, serliga tá hugsað verður um at tað kostar at fylgja teimum almennu tilmælunum, og mong arbeiðspláss eru longu álvarsliga hótt; men uttan hjálparpakkar var støðan uttan iva nógv verri.

Fá tykjast tó geva sær far um at nógvir av okkara fiskimonnum eru í veruleikanum ógvuliga hart raktir av Korona, ikki minst orsakað av at okkara útflutningsmarknaðir hava ligið í einum andaleypi í hesum sambandi og gera tað framvegis.

Men fiskimenn hava ikki fingið inn í eygað burtur av nøkrum av hesum hjálparpakkum.

At teir partar av fiskiflotanum sum hava tjent væl tey seinnu árini ikki hava verið líka hart raktir og helst klára skerini nú uttan stórvegis trupulleikar, er sín søk. Hinvegin er verri statt hjá teimum línuskipum, trolarum og garnaskipum sum ikki hava frystarí umborð og sum í longri tíð hava sæð eina støðuga niðurgongd við alsamt verri umstøðum at virka undir — so sum, ein ørgrynna av stongdum leiðum og øðrum avmarkingum ið hava gjørt tað meira og meira torført og trupult at fiska og fáa nakað burturúr, sum so aftur hevur gjørt tað til eina vaksandi avbjóðing at manna tey skipini. Hartil kemur at tað heldur ikki hevur borið til, júst orsakað av at tey eru so hart sperd, at endurnýggja somu skip.

Manningartrotið rakar nú eisini frystilínuskip, sum eisini liggja upp í vikur, meðan roynt verður at samlað manning.

So her er ikki talan um eina kreppustøðu sum er íkomin frá einum degi til annan. Talan er heldur um eina seigpínslu sum spakuliga, yvir tey seinastu umleið 10-20 árini, hevur etið seg inn á bein. Men við Korona og øllum tí ið har fylgdi kom steinur oman á byrðu hjá mongum, og talan er ídag um ein samfelagsliga útsettan bólk.

Hugsa okkara leiðarar ikki um samfelagið og fólkið, ella hvussu skulu vit tulka teirra framferð?

Sum fakfelag kunnu vit so ikki tiga um hesi viðurskifti og fara tí eisini áhaldandi at minna á støðuna sum hon er og gera okkara fyri at feskfiskaflotin fær tey sømiligu kor hann hevur uppiborið. At lata hendan flotan bløða enn meira er jú óðamannaverk og kann fáa eisini sera óhepnar avleiðingar fyri bygnaðin í fiskivinnuni og samfelagnum sum heild, og er longu við at fáa tað. Tí fólkið, vinnan og samfelagið hevur brúk fyri at varðveita hendan grundleggjandi part av vinnuni, sum so mangan fyrr hevur verið álitið og, kann gerast tað aftur so ella so, um vit bera okkum rætt at — vit vit jú ikki hvat framtíðin hevur at bjóða Føroya landi av livibreyði. ĺdag stendur tó púra greitt at ein hjálparpakki til tey harðast raktu í fiskivinnuni má og skal á politiska dagsskrá, og tað nú.

Jan Højgaard
formaður í Føroya fiskimannafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo