Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Upplivir tú við hvørt trupla atferð í sambandi við títt arbeiðið? Kanska eisini harðskap? Antin verbalan ella fysiskan?

Um tú ikki veitst, hvussu tú kanst takla hetta, kann tað verða bæði óttafult og farligt at vera til arbeiðis.

Kom við til temadagin við Bo Hejlskov – sum vit eru sera heppin at hava fingið til Føroya, tí hann er bæði sera væl dámdur og sera upptikin. Freistin at tekna seg er í dag 10. august. Eru tit fleiri, fáa tit góðan avsláttur.

Temadagurin er fyri teg, sum arbeiðir sum pedagog, í eldrarøktini, sosialráðgevi, innan sjúkrarøkt, saksviðgeri, móttøkufólk, foreldur og onnur, sum merkja trupla atferð ella harðskap á arbeiðsplássinum.

Sambært Bo Hejlskov, er tað best, um hópurin er breiður, tí alla staðni har fólk samlast, síggja við atferðartrupulleikar – ella trupul fólk -  so hetta er ikki bert galdandi fyri ávís serliga harðskapsrakt arbeiðspláss.

Seinasta freist at tekna seg til temadagin við kenda - "og næstan ikki til at fáa fatur á" Bo Hejlskov, er 10. august. Tekning á Atferðartrupulleikar v/Bo Hejlskov

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo