Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrr í dag ljóðaði, at Boðanesheimið, sum við sínum 64 búfólkum er millum tey størstu av sínum slagi í landinum, var stongt vegna koronu.

Men tað er ikki heilt rætt, upplýsir heilsu- og umsorganarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Eyðfríð Jacobsen, fyri VP.

- Vit høvdu ein tilburð í gjár, og hava stongt ein part av heiminum fyri vitjandi næstu seks dagarnar fyri at verja búfólkini, sigur hon.

Øll búfólkini eru fult koppsett, og verða kannað annanhvønn dag næstu dagarnar, áðrenn deildin verður latin upp aftur fyri vitjandi.

Hetta eru einastu plássini av teimum tilsamans 240 plássunum í kommununi sum eru avbyrgd. Men nýggjar og strangari reglur koma í gildi í næstum, sum eru galdandi fyri øll heimini í kommununi, fyri at verja búfólkini.

- Øll vitjandi skulu vera koppsett, og eru tey ikki tað er neyðugt at vísa negativa test sum ikki er eldri enn 48 tímar, tá tey koma at vitja, upplýsir Eyðfríð Jacobsen.

Bæði í Eysturoynni og Vágum eru Ellis- og Røktarheim rakt av smittuni og fyribils heilt ella partvíst stongd fyri vitjandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo