Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í seinasta lagi 14. mai skulu garðar og hegn í Tórshavnar kommunu verða í seyðahøgum standi.

Hetta merkir, at teir skulu vera so mikið høgir, at seyður ikki leypur innum. Seyðurin skal eftir hetta vera uttangarðs. Antin skal seyðurin út í hagan ella verða á traðunum.

Hegnsýnisnevndin hevur umsjón við gørðunum, og eru viðurskiftini ikki í lagi, fáa eigararnir boð um hetta. Heitt verður tí á øll, ið varða av jørð, um at síggja til, at garðarnir eru í lagi, nú teir skulu tæna sínum endamáli – at halda seyðin burtur frá bø, bygd og býi.

Vanligt var at siga, at hæddin skuldi vera upp undir hondina á einum vaksnum manni.

Tað er lógarkrav, at seyðurin ikki skal sleppa at ganga innangarðs alt árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo