Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Boeing C-17A Globemaster III flogfarið hjá Royal Air Force kemur nú aftur at gera kanningar í Føroyum.

Sí Flightradar her

Flogfarið var eisini her tann 24.  mars 2021, og tá skrivaði Vága Floghavn, at hetta er størsta flogfar, sum nakrantíð hevur sett seg í Sørvági.

Um endamálið við ferðini hjá bretska flogfarinum, skrivaði Vága Floghavn, at hon var at venja lendingar í sambandi við neyðhjálparflutning til støð í heiminum, har lendingarbreytirnar eru styttri enn tað sum vanliga krevst til flogfør av hesi støddini.

- Fyri Vága Floghavn hevur tað týdning at fáa prógv fyri, at flogfør av hesi støddini eisini kunnu nýta flogbreytina.  Tí vóru vit sera spent uppá hesa vitjanina, tá umbøn kom um loyvi til hesar venjingarnar av lendingum og startum kom, segði Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, tá ið fyrstu kanningarnar vóru gjørdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo