Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Boeing segði einki um designfeil á sínum 737 Max-flogførum fyri flogskiparum og eftirlitsmyndugleika, stendur millum annað at lesa í frágreiðing frá amerikansku kongressini.

Tað skrivar Financial Times. 

Frágreiðingin hjá amerikanska lóggevandi valdinum slær fast, at Boeing valdi snarvegir í arbeiðinum við 737 Max-flogførunum og legði trýst á eftirlitsmyndugleikan at fáa flogførini góðkend. 

– Fakta sum eru løgd fram í hesi frágreiðingini dokumentera eitt ørkymlandi mynstur í tekniskt skeivum útrokningum og leiðslumetingum hjá Boeing, skrivar flutningsnevndin í kongressini í frágreiðingini sambært avísini. 

Frágreiðingin er gjørd í sambandi við tvær flogvanlukkur við Boeing 737-flogførum í 2019, sum kravdu tilsamans 346 mannalív.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo