Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar um undirvísing, læring og eftirmeting

- William Hammer er blivin sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna

Ársins seinna hefti av Varðanum er komið út. Mentanarritið er sent til haldarar og verður í bókasølum í næstu viku

- Bóklingurin er væl frágingin og so væl skrivaður, at hann er sum ein skaldsøga at lesa. Tað sæst, at ein rithøvundur hevur hildið skaftinum

Tað eru fimm ár síðani, at Jóanes Nielsen gav eitt nýtt yrkingasavn út

Ebba Hentze var listakvinna í víðastu merking. Bókmentirnar vóru hennara kall. Hon las og skrivaði frá tí, at hon var smágenta

Norðurlendski bókmentafelagsskapurin kemur í hæddina í november, tá vit tendra livandi ljós, og um somu tíð lesa sama norðurlendska skaldskapin um øll Norður- og Baltalond

Samstundis sum Jógvan Arge hevur givið sína 22. bók út, hevur hann samarbeitt við prentsmiðjuna hjá Jon Hestoy í 30 ár

Á fundi millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar í gjár varð staðfest, at Norðurlandaráðið hereftir fer at seta meiri pening av til at týða tær bøkurnar, sum vinna Norðurlendsku mentanarvirðislønina

Danski rithøvundurin Kirsten Thorup fekk bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri skaldsøguna «Erindring om kærligheden». Finski filmurin «Tyttö nimeltä Varpu» gjørdist vinnari av filmsvirðislønini

52 ára gamli danski Tommy Thorsteinsson, sum júst hevur givið krimisøgu út, hevði føroyskan pápa, abba og ommu og hevur ætlanir um at koma hendavegin í sambandi við at bókin er komin út

- Hon mátti koma. Bókin um Astrup. Og nú er hon her

Sendingin Andøvsløtan, sum hevur verið at hoyrt á fríu kringsvarpsrásini R 7 í eini tvey ár, hevur nú fingið “fast skap” sum prentað bók og fæst í føroyskum bókabúðum

- Í bókmentasøgu um føroyskar rithøvundar "Færøsk Litteraturs", ið Jógvan Isaksen gevur út í tveimum bindum á donskum, verður sagt frá, at rithøvundurin og reiðarin Richard B. Thomsen á Tvøroyri setti seg at skriva skaldsøgur fyri at bjarga virkinum

Bretski Kazuo Ishiguro fær bókmentavirðisløn Nobels. Kazuo Ishiguro er føddur í Japan í 1954, og flutti til Stórabretlands fimm ára gamal

Í hesi bókini eru fjúrtan frásagnir, og eins og í bókunum, ið áður eru komnar út við sama heiti, eru frásagnir frá fólki kring landið, sum hava verið úti fyri einari ella fleiri skelkandi hendingum í lívinum, har tað hevur staðið um lív

Í hesum døgum eru tvey nýggj bløð og tvær nýggjar heimasíður komnar við tilfari til føroysk børn. Blaðið Píka7 og heimasíðan pika7.fo eru ætlað yngru børnunum til og við 9 ár, og vælkenda STROK og strok.fo eru broytt og málrættað til eldru børnini

 

“Journalistur og útvarpsmaður” er heitið á bókini, sum Jógvan Arge gevur út í hesum døgum. Hetta er tann triðja bókini í røðini Mín krýnika, sm hann fór undir fyri tveimum árum síðani

Í nýggja Ó-blaðnum, ið júst er komið út, er ein vísindalig kanning av Tinder nýtsluni hjá ungum í Føroyum. Meinar Ortind og Dávur í Dali, hava gjørt kanningina

Nú fer almenni lesiringurin á Skálafjørðinum undir sítt fimta lesitørn. Lesiringurin er eitt samstarv millum bókasavnið í Nes kommunu og bókasavnið við Løkin og er opin fyri øllum áhugaðum

Hósdagin 5. oktober 2017 kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn

Vangamyndin í blaðnum er av 25 ára gomlum toftamanni, sum fór í læru sum maskinsmiður hjá MEST og endaði við at gerast maskinverkfrøðingur

- Ummæli av ummælinum hjá Jógvani Purkhús um bókina “Herkin Herðindi” um læknastríðið í Klaksvík 1952-1956 eftir Arnsteini Niclasen

Ljóðbókalistin er ein listi yvir bøkur, lisnar inn á fløgur og bond, sum Býarbókasavnið eigur. Tær eru bæði á føroyskum og donskum, og meginparturin er á fløgum. Í listanum er ein stutt lýsing av hvørjari einstakari bók

 

Umframt at røkja handilsviðurskifti og onnur politisk mál í ES høpi, leggur Sendistovan í Brússel eisini dent á at menna sambond á mentanarøkinum, til tess at fremja kunnleika og tilvitan um føroyska mentan og list í evropeiskum høpi

- Høgni Mohr hevur í stóran mun sagt okkum søguna sum ger, at vit nú kenna lagnu hansara, sorgarsøguna, og síggja væl djúpari inn í sál hansara. Fractura nasi kundi fyri tað havt heitið Ferð mín inn í sálardýpið

Á sumri í 2016 fór Høgni Mohr ein súkklutúr. Nú hevur súkklan, ein damusúkkla, verið í øllum 18 oyggjum. Á ferðini gjørdi Høgni Mohr sær tankar um ymisk viðurskifti. Hesir vórðu festir á blað og koma nú út í bókini Fractura nasi

 

Forkunnug heiti verða avdúkað á mentanardøgum í Sunda kommunu, sum byrjað í annaðkvøld. Millum heitini á skránni í Tjørnuvík eru ljóðinstallatiónin Konstant In Opel og bókin Fractura nasi

Skráin í bygdarhúsinum í Tjørnuvík leygarkvøldið 16. septembur 2017 klokkan 19 í sambandi við at Høgni Mohr gevur út bókina "Fractura nasi"

Í morgun var sjáldsama væl upplagt útvarpsprát um eitt íslendskt yrkingasavn, Bónusljóð, sum Sanna Andrassardóttir Dahl hevur umsett til føroyskt, Bónusyrkingar

Fyrstu bøkurnar frá Bókadeildini eftir summarferiuna eru nú í handlunum. Umframt snotuliga glæstrisavnið við klassiskum ævintýrum eftir H. C. Andersen, eru eisini myndabøkur, tekstbøkur, teknisøga, uppgávuhefti og ein sera spennandi ungdómsbók um dirvi, vinalag og uppreistur

- Sum ein stórur klaksvíksdrongur upplivdi eg, og mangur við mær, mangt av tí øsing og umtalu, ið tá var undir læknastríðnum, tó uttan at hava nakra fatan av tí størri myndini

- Tann 16. septembur kemur bók, sum høvundurin hevur arbeitt við síðan í fjørsummar. Undirritaði fekk onga starvsløn frá Mentanargrunni Landsins

Við postinum í morgin fær hvørt húsarhald í landinum hesa heilsan frá kirkjuni. Uni Næs, dómpróstur, greiðir frá á tíðindafundi í Arnes Minde í dag

Í formælinum sigur ritstjórin: - Henda bókin verður givin út í sambandi við, at tað í ár eru liðin 10 ár, síðan fólkakirkjan varð yvirtikin sum føroyskt málsøki á ólavsøku 2007

Nýggj bók er komin í røðini Studies in Germanic Linguistics, ið Benjamins gevur út. Talan er um greinar, ið viðgera variatión í íslendskari og føroyskari syntaks

Í samband við, at fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónína Leósdóttir luttaka og seta ársins Faroe Pride tiltak, leggur Jónína Leósdóttir bók fram um teirra felagslív

Týsdagin komandi - 25. juli verður nýggjasta bókin um læknastríðið í Klaksvík 1952-1956 løgd fram í býráðshøllini í Klaksvík – kl. 19.30

Nú kemur triði Holberg-leikurin, ”Erasmus Montanus”, sum kom út í 1723. Rikard Long týddi eisini henda leikin í 1920-unum, men hetta er fyrstu ferð, at týðingin verður prentað

Nýtt yrkingasavn um at vera tætt at menniskjum, ið eldast ella skulu doyggja

Dann Vinther, ið hevur fyritøkuna Prosa.fo, hevur umsett teknirøðina um Luther. - Fyritøkan hevur altjóða samskifti sum sergrein. Men tað var stuttligt eisini at sleppa at skriva til føroysk skúlabørn, sigur Dann Vinther í viðtali við BirkBlogg

Útgávan ”Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin” er teknirøð at brúka í kristni og søgu í 6., 7. og 8. flokki. Nám gevur teknirøðina út eftir áheitan frá fólkakirkjuni í sambandi við, at 500 ár eru liðin siðan reformatiónin tók seg upp

 

- Tað er spennandi at skriva í einum myrkum umhvørvi og royna at skilja, hví onkur fólk kunnu gera nakað so ræðuligt sum at drepa onnur, sigur Andrias Andreasen av Selatrað

Varðin bind 84, hefti 1 er útkomin við greinum og yrkingum, stuttsøgum og ferðafrásøgnum, endurminningum, samrøðum og nógvum ummælum

Herfyri skrivaði eitt enskt forlag undir sáttmála at geva allar bøkurnar hjá Bárði út. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk barnabók kemur út á enskum

Í eini 20 ár totaðist Helgi í Brekkunum við at savna inn hagtøl og skráseta seyð á ymsan hátt. Øll hesi hagtøl og allar niðurstøður eru savnað í bók hansara Seyður í søgu og veðri

Bøkurnar “Aftanáðrenn” eftir Katrina Ottarsdóttir og “Sunnudagsland” eftir Sissal Kampmann koma nú út á donskum undir heitunum “I Afrika er der mange søde børn” og “Søndagsland”

- Søgurnar eru, sum liggur í orðinum, stuttar, bert eini 1500 – 2000 orð hvør í vavi. Í prentaðum skapi fevnir hvør søga einar 5-6 smáar síður. Tær eru gott undirhald og fangandi lesnaður, væl skikkaðar til dagdvølju

Aftur í ár hevur Føroya Ungdómsráð savnað saman tilfar um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum

Í hesum døgum eru sekstan norðurlendskir lærarar á skeið í Føroyum. Ferðaleiðari er Stefan Åge Hardonk Nielsen, ið sigur, at tey savnast kring norðurlendskar smábøkur, sum tey sjálvi gera til undirvísing á øllum málum