Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg havi ikki givið samtykki til útgávu av hesi æviskaldsøgu um meg. Rithøvundurin hevur fleiri ferðir biðið um loyvi at útgeva bók um meg, men hesum havi eg fleiri ferðir avvíst

- Hetta er bókin, sum sigur søguna um ein hin mest markanta og effektiva mannin í politisku søgu Føroya, verður millum annað sagt um bókina, sum verður at fáa í bókhandlunum í seinnu helvt av oktobur í ár

Jan-Allan Müller verður føddur í Havn í 1969. Hann veksur upp sum einkabarn í Tippinum í Vági. At mamman er sjúk, og pápin drekkur, fyllir nógv

- Bóklingurin Standmyndaveiða, ið varð givin út í fjør, er nú tøkur at taka niður av heimasíðuni

Í kvøld, 22. septembur kl. 19. verður bókaframløga í Løkshøll í Runavík. Tá verður bókin: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”, sum Torleif Johannesen hevur skrivað, løgd fram

Týsdagin 27. september kl. 19.30 verður forkunnug bókaframløgu á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn við tveimum upprunaføroyskum faktabókum til børn

Sunnudagin 18. september gevur Fróðskapur út bókina "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945" eftir Hans Andrias Sølvará, professara i søgu

Hugskotið hjá Trump um at keypa Grønland frá Danmark var ikke bara eitt brádligt hugskot

Tann 1. juni í ár kom út bók um 40 ára longu søguna hjá Føroya Pedagogfelag. Nú hoyrist hon sum ljóðbók á heimasíðuni hjá felagnum

“Fólkaatkvøða og húsagangur” eitur nýggj bók eftir Jógvan Arge. Hetta er tann áttanda í røðini Mín krýnika

Mánadagin 12 september kl. 15 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri spennandi og stuttligari bókaframløgu fyri børn í savninum á Námi við barnabókini Froskurin Frýsi, sum danski søgusigarin Anette Wilhjelm Jahn hevur skrivað!

Bókadeildin gav út seks bøkur í ársins fimta bókaumfari! Les meira um bøkurnar

Í sambandi við, at Bókadeildin gevur út nýggja upprunaføroyska bók, verður skipað fyri spennandi og stuttligum útgávutiltaki fyri børn og vaksin

Í hesi vikuni gevur Forlagið HEMLIÐ út eina lítla bók um lív Karlamagnusar. Flestu føroyingar munnu kenna navnið Karlamagnus, um ikki annað so av tí nógv umtalaðu breytini uppi í Hoyvík, sum hevur fingið navn eftir honum

Í 70'unum og 80'unum var Bókaforlagið Grønalíð sera virkið og gav hópatals bøkur út. Tað vóru Marius Johannsen og Óluva og Jóannes Skaale, sum serliga skrivaðu, týddu og góvu út

Pápin hevur sum heild verið ósjónligur í orðaskiftinum um kyn, familjulív og barnauppaling í miðlunum í Føroyum. Seinastu árini er tó vend so smátt komin í, og semja er um fjølbroyttari kjak, ið eisini lýsir umstøður og sjónarmið hjá monnum

Samkoman í auluni í Finsen, tá ið bókin Standmyndveiða varð útgivin, var bæði hugnalig og eitt sindur “skeiv”

Bókadeildin gevur út sjey bøkur í ársins fjórða bókaumfari!

Ein av myndprýðarunum hjá Bókadeildini fekk í vikuskiftinum BLIXEN-heiðurslønina fyri Ársins barnabók við barnabókini Slimfjorden

Suðuroyar kirkjubók fyri árini 1745-1892 verður løgd fram á Seglhúsloftinum á Tvøroyri mikukvøldið 15. juni klokkan sjey

Visit Faroe Islands hevur latið úr hondum nýggjan bókling um føroysku kirkjurnar. Við orðum og vøkrum myndum verða kirkjurnar kring landið lýstar

Fróðskapur hevur givið út bókina Verjurøða ummælarans eftir Paulu Gaard

FarLit, ið arbeiðir við at varpa ljós á føroyskar bókmentir, hevur fingið eina nýggja játtan at umsita frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, sum skal stuðla undir týðingar úr føroyskum til annað mál enn norðurlendskt

Gunvá Magnusen, ritstjóri í Námi, sigur, at í nógv ár hava lærarar tosað um, hvørji tey mest vanligu orðini munnu vera í innlæringini

- Veiða eftir grindahvali hevur verið ein umstrídd siðvenja og orsøk til altjóða atfinningar at føroyingum síðan tey fyrstu átøkini fyri at steðga grindadrápi vórðu sett í verk í 1985

Í sambandi við, at Bókadeildin gevur út nýggja upprunaføroyska ungdómsbók, verður skipað fyri útgávutiltaki týskvøldið 3. mai kl. 20 í Reinsarínum í Havn

Torbjørn Jacobsen fer at bjóða vælkomin, og Lena Anderssen fer at spæla

- Eitt týskvøld miðskeiðis í mai 1922 hittust 15 ungir menn í einum kjallara í Tórsgøtu í Havn

Bókin er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar um undirvísing, læring og eftirmeting

Dánial Hoydal og Annika Øyrabø eru innstillað til barna- og ungdómsvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum

Tað er aðalmálið hjá Føroyar lesa, og tí er tað sjálvsagt, at børn, ið verða innløgd á Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, hava góðar og viðkomandi bøkur at stytta sær stundir við

- Hósdagin tann 24. mars kemur yrkingasavn út á donskum, føroyskum, íslendskum og alt sum har er ímillum

- Lívið er fult at stórum upplivingum og hendingum, sum á sín hátt seta seg fast í minnið. Tó kann tað verða torført at fáa hesar skrivaðar niður, tí hvar skal man byrja? Hendan trupulleikan kann bókin Mín lívsleið loysa

Freistin at lata inn handrit til skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum og H.N. Jacobsens Bókahandli var úti 1. mars. 9 handrit vórðu latin inn

Øssur Johannesen hevur givið út provokerandi og heilt øðrvísi listabók. Hoyr samrøðu við hann í KVF

Í februar gav Bókadeildin út bókina Har heimurin endar, sum hevur fingið bæði Michael L. Printz og Carnegie-virðislønina!

Jákup Reinert Hansen er aktuellur við tveimum útgávum. Onnur er við fyrilestrum um kirkjusøgu, hin við morgunlestrum hjá Axeli Tórgarð

- At savna slíkt tilfar er eitt rættiliga serstakt arbeiði, sum hevur kravt nógv av mær. Men tað er samstundis eisini hetta, sum hevur gjørt arbeiði bæði stuttligt og áhugavert

Í Nólsoy er heimsins størsta drunnhvíta bøli. Bókin lýsir ta vitan og gransking av drunnhvíta, sum higartil er gjørd í Nólsoy

Bókin segði seg vita hvør maðurin var sum avdúkaði hvar Anna Frank og familja hennara fjaldu seg

Seinna bindið av søguni um Havnar Handverkarafelag, sum fylti 70 ár í 2020, er nú útkomið. Fyrra bindið, sum fevndi um árini frá stovnan og til 1979, kom í 2019. Hetta seinna bindið fevnir um árini 1980 til 2020

Barnabókin Abbi og Eg og Abbi, eftir Dánial Hoydal og Annika Øyrabø, er innstillað til heiðurslønina í barna- og ungdómsbókum hjá Útnorðurráðnum

Sólgerð Andreassen, sum í mong ár hevur undirvíst í náttúru og tøkni, hevur týtt og lagað norsku bókina Gaia til føroysk viðurskifti

Í 2021 vóru útgávurnar hjá Bókadeildini 89 í tali. Av hesum vóru ellivu upprunaføroyskar bøkur!

Í blaðnum er m.a. frásøgn úr Glyvra kirkju, reportasja úr Kaldbak, har Páll Reinert hevur verið deknur og kirkjuráðslimur í 40 ár, Edvard í Skorðini Joensen hugleiðir og Torbjørn Jacobsen svarar spurningum um fólkakirkjuna

20. desember kemur fyrsta bind av Gøtu húsasøgu út. Fyrsta bókin er um Gøtugjógv og bókaframløga verður í Gøtu skúla við Gøtugjógv 21. desember klokkan 19

Frøði hesaferð leggur fyri við grein, ið byggir á søgn og jarðfrøði. Søgn er, at eitt vatn skal hava verið norðan fyri Fjallavatn í Vágum

1. oktober í ár fylti SEV 75 ár, og í hesum sambandi hevur Jógvan Arge skrivað bók um elfelagið. Bókin ber heitið “Saman tí standið”, og hon er framhald av bókini, “Ljós yvir landið”

"Mær er sagt um ein stað 3" hjá Petur Jacob Sigvarsen er júst komin í bókabúðirnar. Har eru 70 nýggir sálmar. Av teimum eru 61 upprunaligir og níggju týddir sálmar

Fróðskapur hevur givið út bókina Staðarnøvn í Mykinesi eftir Steingrim Abrahamsen