

Mikukvøld er vanligt bønarmøti í Ebenezer. Men bønarmøti í kvøld er øðrvísi.
Hetta bønarmøtið verður halgað neyðstadda Ukraina og ukrainska fólkinum, bæði teimum, sum eru í landinum, men eisini teimum hundraðtúsundtals flóttafólkunum, ið flýggja til grannalondini.
Eisini verður biðið fyri grannalondunum, ið ið hava latið marknaliðini upp, fyri at taka ímóti flýggjandi fjøldunum úr Ukraina.
Hetta serstaka bønarmøtið fyri Ukraina og ukrainska fókinum, byrjar í kvøld kl. 20.
Ein og hvør er hjartaliga vælkomin at koma í Ebenezer í kvøld at biðja fyri Ukraina.
Svenning av Lofti
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo