40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Norðurlandahúsið: Elskaði Ljóðfílurin, sum vit øll kenna úr m.a. sendingunum Ding Dang Pappsang og Hey!, heldur tað vera so keðiligt, at ikki sleppa á flaggdagshald í ár. Tað halda Jensina og Norðurlandahúsið eisini og hava tí saman funnið uppá ein øðrvísi hátt at hatíðarhalda Merkið.

 

Tey fara at tekna eitt flagg, seta tað á ein pinn og seta tað í bøin uttanfyri Norðurlandahúsið, so øll, sum koyra ella ganga framvið, sleppa at síggja tað. Ljóðar tað ikki stuttligt?

 

Um ordiliga nógv børn gera hvør sítt heimagjørt føroyskt flagg, og eisini seta tað í bøin uttanfyri Norðurlandahúsið, so hevði tað veri ein flott sjón saman við teimum stóru norðurlendsku fløggunum, sum Norðurlandahúsið flaggar við. Eitt flott flaggdagshald.

 

Eru tit við?

 

Tað er onki fyri: 1. Finn pappír, litir, ein pinn og okkurt at hefta pappírið í pinnin við 2. Tekna flaggið og heft tað á pinnin 3. Far niðan til Norðurlandahúsið og set tað á bøin. Um tit taka eina mynd og leggja hana út á sosialar miðlar, eru tit vælkomin at hashtagga #nlhflagg

Norðurlandahúsið

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo