Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Mikudagin í hesi vikuni byrjaði nýggjur sokallaður móttøkuflokkur á Tórshavnar Kvøldskúla.

Talan er um undirvísing fyri børnum hjá tilflytarum, ið eru flutt til Føroya og hava føroyskt sum annaðmál.

Børnini eru 14 í tali. Tey ganga í 6., 7., og í 8. flokki í fólkaskúlanum, har tey eisini læra føroyskt.

Men at læra føroyskt sum annaðmál er øðrvísi enn móðurmálsundirvísing.

Og tað er í hesum sambandi, at Tórshavnar Kvøldskúli í samstarvi við landið, Tórshavnar Kommunu og skúlarnar í kommununi, nú skipar fyri felags undirvísing fyri hesar næmingar.

Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum og virka integratiónini at frama. Nú verður tilboðið víðkað til eisini at fevna um børnini.

Næmingarnir eru úr Hoyvíkar Skúla, Eysturskúlanum, Skúlanum á Fløtum og Skúlanum á Argjahamri.

Flutningur er skipaður, so næmingarnir sleppa skjótt og lætt frá fólkaskúlanum til Kvøldskúlan og aftur hvønn morgun. Tórshavnar Kommuna rindar fyri flutningin.

Undirvíst verður í føroyskum máli, mentan og samfelag á

Kvøldskúlanum mánadag til fríggjadag frá klokkan 8.00 til 9.40.

Undirvísarar eru Jóna Kristin Thomsen, Vár Haraldsen og Ragnhild Olsen. Tær hava útbúgving og royndir og hava leingi undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum.

Talan er í fyrsta umfari um eina royndarverkætlan, sum verður eftirmett í juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo