Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Um eitt barn hevur óvanligar trupulleikar í skúlanum ella kanska longu á dagstovni, so er mannagongdin, at fyrst fara foreldrini saman við starvsfólkunum undir at stimbra barnið meira málrættað. Um henda hjálpin ikki er nóg mikið, so verður leitað eftir serfrøðingahjálp hjá Sernámi. Um tað heldur ikki er nokk, verður barnið allarhelst sent til útgreining á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, har tær mest álvarsomu psykiatrisku diagnosurnar til børn og ung eru: ADHD, OCD, Tourette, autisma, etingarólag, depressión, angist og onnur víðfevnd psykisk menningaróløg.  

Seinastu árini er tað gleðiliga hent, at barna- og ungdómspsykiatriin í Føroyum er uppraðfest soleiðis, at bíðitíðin, ið áður var upp í 4 ár, er nú ímillum tríggjar og tólv mánaðir. Men nú er trupulleikin, at okkara skipanir megna ikki at geva børnum og ungum, ið hava fingið diagnosur, viðgerð og sernámsfrøðiliga hjálp. Hetta greiddi barna- og ungdómspsykiatarin Súsanna Reinert Petersen frá í Breddanum í útvarpinum hjá kringvarpinum 4.februar í ár.

Harafturat eri eg aftur og aftur kontaktað av foreldrum, har teirra barn hevur fingið staðfest eina psykiatriska diagnosu, og tey hava greitt frá, at eftir diagnosuna er teirra vanligi gerandisdagur ofta vorðin ein sonn líðing - tí næstan ongin hjálp er at heinta eftir at diagnosan er ásett - serliga í skúlahøpi. Vantandi skúlahjálp endar stundum við, at enn ein steinur legst oman á byrðuna: skúlaaftran, sum merkir, at barnið ikki vil í skúla. Skúlaaftran viðførir ofta síðani, at hesi børn fáa tað trupult við at fáa vinir, og trupulleikarnir flyta tískil eisini yvir í teirra frítíðarlív.

Hóast eg ofta eri kontaktað av foreldrum, ið eiga skúlabørn, ið hava fingið psykiatriskar diagnosur, so eri eg eisini gjørd varug við, at hjálpin til børn á dagstovnum við staðfestum psykiatriskum diagnosum er ógvuliga ymisk frá kommunu til kommunu - og í nøkrum førum er hjálpin heldur ikki nøktandi í dagstovnahøpi.

Afturvendandi søgan frá foreldrum, skúlum og dagstovnum, ið eg tosi við, er, at Sernám slettis ikki hevur orkuna at taka ímóti øllum børnum, ið hava tørv á sernámsfrøðiligari kanning, og ei heldur teimum, sum hava tørv á ráðgeving til sernámsfrøðiliga hjálp.

Hetta er ein syrgilig støða, sum hesi børn og teirra foreldur eru endað í!

Men sorgarleikurin endar ikki her. Ein kanning hjá Rockwool-fondinum í Danmark í 2012 vísti, at fólk, ið ikki fáa viðgerð fyri ADHD, kosta danska statinum 2,8 milliardir um árið. Og allarhelst er nakað líknandi galdandi fyri aðrar psykiatriskar diagnosur - og allarhelst er eisini nakað tað sama galdandi í Føroyum. Tað vil siga, at tá ið børn og ung í Føroyum ikki fáa rætta hjálp námsfrøðiliga og í skúlahøpi, so gerst hetta ein óneyðuga stór útreiðsla fyri samfelagið seinni.

Tí er neyðugt, at vit í Føroyum gera nakað nú!

Eg havi sett Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, ein § 52a fyrispurning um hetta evnið.

Eg vóni, at tingfólk, fjølmiðlar og fólk sum heild í Føroyum, vilja skifta orð um málið, og vísa dirvi til umsíðir at fáa gjørt nakað við hendan trupulleikan, ið hevur vanlukkuligar avleiðingar fyri raktu familjurnar, og sum longdini eisini fer at hava avleiðingar fyri føroyska samfelagið, um vit ikki gera nakað nú.

Rósa Samuelsen
løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo