Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Arbeiðs- og brunaeftirlitið: Nú summarfrítíðin nærkast og nógv børn og ung fara til arbeiðis, minnir Arbeiðs- og brunaeftirlitið á, at fyri børn og ung yngri enn 18 ár eru serligar reglur galdandi.

- Børn yngri enn 13 ár kunnu ikki verða sett í arbeiði. 

- Børn og ung, ið eru 13-17 ár, kunnu hava lættari arbeiði eftir ávísum treytum. 

- Áðrenn børn og ung verða sett í arbeiði, skal arbeiðsgevari skipa fyri at upplæring til ungu starvsfólkini. 

- 13-16 ára gomul kunnu arbeiða í upp til 10 tímar um dagin. Um arbeiðstíðin fer upp um 4,5 tímar, skal ein steðgur á í minsta lagi 30 minuttir vera. 

- Børn og ung undir 18 ár mugu ikki verða sett at handfara amboð, tól, evni, tilfar og annað, ið kann verða vandamikið fyri unga starvsfólkið. 

Les meira um reglurnar fyri arbeiði hjá børnum og ungum á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo