Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Ætlanin um at byggja eitt nýtt barnaheim er slept. Ístaðin skulu barnabústovnar byggjast, og børnini skuldu fáa nýggj heim í apríl 2021. Vit eru nú farin inn í 2022, og einki er hent á økinum.

- Talan er um sera sárbær børn, og týdningarmikið er at velja røttu bústaðarloysnina til tey. Tørvur er á einum stórum og sterkum námsfrøðiligum starvsfólkatoymi, sum arbeiðir tætt um hesa avbjóðandi og samansettu uppgávuna. Tað gongur ímóti øllum fakligum tilmælum at spjaða slíkt sernámsfrøðiligt arbeiði, sigur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður.

Nú er nýggjur landsstýrismaður á økinum, og tí hevur Djóni spurt landsstýrismannin, um fakligu tilmælini verða fylgd, og eitt nýtt barnaheim verður bygt í staðin fyri spjaddar barnabústovnar.

Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9899

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo