At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Búskapur & Vinna: Forsíðugreinin í Børsen leygardagin umrøður norska børsin, har serliga olju- og alipartabrøv eru økt í virði í ár, hóast órógv og tap á flestu øðrum marknaðum. Í Búskapi & Vinnu mikukvøldið seta vit eisini sjóneykuna á alivinnuna og altjóða vakstrarútlitini. Høvi til tað er, at Bakkafrost í farnu viku var vertur fyri stórum kundatiltaki, har tveir altjóða viðurkendir serfrøðingar høvdu framløgur. Umframt teir báðar serfrøðingarnar Gorjan Nikolik (Rabobank) og Dag sletmo (DNB Bank), luttaka eisini Regin Jacobsen (Bakkafrost) og Sverri Justinussen (Betri Banki) í sendingini komandi mikukvøld.

Jalig umrøða í Børsen í vikuskiftinum Í greinini í Børsen viðmerkir norskur partabrævagreinari støðuna hjá alifyritøkunum soleiðis: “Selvom aktierne er steget markant det seneste år, er såvel indtjeningen som udbytterne fulgt med i samme tempo. Det samlede marked for laks vokser hver eneste dag på globalt plan, og udbuddet af laks er meget reguleret. Kina har svært ved at levere den efterspurgte volumen, og så har du mere eller mindre kun Norge tilbage som et alternativ,” siger Mads Johannesen og fortsætter: “I Kina er der også kæmpestor efterspørgsel efter laks og skaldyr generelt, og efter de er åbnet efter nedlukning, tror jeg, at den efterspørgsel kun vil blive endnu større. Det kan give aktiekurserne yderligere medvind.” Af konkrete aktier peger han på Salmar (+6,8 pct. i år), Lerøy (-2 pct. i år) og førnævnte Mowi (+16 pct. i år)."

Greinin í Børsen umrøður ikki føroyska alirisan, men leggjast kann aftrat, at kursurin á Bakkafrosti er eitt vet hægri nú enn við ársbyrjan. Til samanberingar er vísital fyri altjóða partabrøv lækkað við gott 15% sama tíðarskeið.

Sendingin Búskapur & Vinna um altjóða alivinnuna verður at síggja mikukvøldið kl 19 á Rás 1 hjá Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo