Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í sambandi við at bókin 'Beinta' skjótt verður tøk í bókahandlunum vera framløgur av bókini í byrjanini av mai, har greitt verður frá veruligum hendingum í hennara lívið, sum eru funnar í søguligum skjølum.

Talan er um fyrru bókina av tveimum, og viðger hon fyrru hálvuna av hendingaríka lívi hennara.

Sagt var um Beintu at hon hevði eina sjaldsama vakra útstráling og at ‘hun var kongedatter’, men veruliga søgan um Beintu, er søgan um hendingaríka lívið hjá eini sterkari og sjálvbjargnari kvinnu í eini av harðastu tíðum í Føroya søgu. Hon má metast at vera ein hin sterkasta kvinnan í Føroya søgu.

Í bókini frætta vit um, hvussu hon sum smágenta rýmdi undan sjórænarum, hvussu hon tríggjar ferðir bleiv gift við prestum, hvussu hennara familja var fyri stórari vanlagnu í eini ógvusligari rættarsak og hvussu hon longu sum 35 ára gomul sat sum einkja eftir tveimum monnum og hevði mist bæði pápan og einastu systrina.

Flest øll í Føroyum kenna onkrar av mongu sagnunum um Beintu, men henda bókin fer inn í søguligu skjølini fyri at avdúka, hvat veruliga fór fram. Bókin er úrslit av áralongum kanningararbeiði, har tað er farið djúpt niður í skjøl frá tíðini, tá Beinta livdi. Talan er um gomul brøv, rættarskjøl, hægstarættardómar, straffidómar, arvauppgerðir, fundarbøkur og mangt annað.

Á bókaframløguni verður greitt frá hvussu bókin er vorðin til og um serligar hendingar úr bókini, sum flestu føroyingar ikki kenna til. Eisini verða bøkur signeraðar av høvundunum.

Bókaframløgurnar vera:

Týsdag 4. mai - Skúlin á Giljanesi
Mikudag 5. mai - Skúlin á Viðareiði
Hósdag 6. mai - Aulan á Finsens
Fríggjadag 7. mai - Bókasavnið við Løkin í Runavík
Leygardag 8. mai - Heima í Stovu í Hvalba
Mánadag 10. mai - Caféin á Mølini í Skálavík

Allar framløgurnar vera kl. 19

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo