Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókaframløga fyri stór og smá verður leygardagin 4. mai kl. 14 í Reinsarínum.

Framløgan verður á tiltakinum “Ein dagur á grynnuni".

Johannis Danielsen, Ph.D., lívfrøðingur og granskari, greiðir frá ymiskum sløgum av plastruski og ávirkanina, sum hon hevur á umhvørvi og djóralív í sjónum við dømum úr bókini. Framløgan vendir sær bæði til børn og vaksin.

Norski rithøvundurin Kirsti Blom og lívfrøðingurin Geir Wing Gabrielsen hava skrivað bókina. Bókin lýsir plastdálking í sjónum á ein greiðan hátt og við nógvum myndum.

Bókin lýsir, hvussu havið, kovin hjá sjófugli, er um at gerast eitt ruskpláss.

Tá ið granskarar kanna deyðar havhestar, sum verða skolaðir upp á land, finna teir plast í maganum á teimum.

Soleiðis boðar fuglurin frá, at alt ov nógv plastrusk er í sjónum. Bókin lýsir eisini ymisk sløg av plasti, plastoyggjar í havinum og átøk at basa plastdálkingini.

Bókin er 60 síður og innbundin.

Bókin vendir sær til børn, sum eru 8 ár og eldri.

Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu bókina úr norskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo