Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fríggjadagin 30. november klokkan 16 verður framløga í íbúðini í Gamla Bókahandli av bókini Orð um ymiskt, sum er savn við tekstum eftir Halgir Winther Poulsen.

Umframt sítt fjølbroytta virki sum sakførari hevur Halgir skrivað rættiliga nógvar tekstir um ymisk samfelagslig evni, og nú hann fylti 80 tann 29. september í ár, hava børnini tikið stig til at savna nakrar av hesum tekstum fyri at geva teir út.

Savnið fevnir um tekstir um ymisk samfelagslig evni: menniskjarættindi, undirgrund, landbúnað og annað, sum Halgir hevur fingist við og skrivað um. Harumframt er formæli eftir Bárð Larsen, adjunkti og útbúgvingarleiðara í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Á bókaframløguni sigur Bárður Larsen nøkur orð um tekstirnar í bókini, umframt at Lea Kampmann spælir og syngur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo