Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mikukvøldið kl. 19 hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags bókarframløga á bókasavninum í Sørvági.

Bókin, ið verður løgd fram, er So normal og tó ikki. 

Høvundurin er Birita Michelsen úr Sørvági.

Bókin sigur frá, hvussu tað er at liva við autismu og gevur lesaranum eitt heilt serligt innlit í lívið hjá ungari kvinnu við autismu.

Marna Jacobsen, ritstjóri og Hildigunn Niclasen, bókavørður hava saman við Biritu lagt bókina til rættis. 

Á bókarframløguni greiðir Marna Jacobsen frá um arbeiðið við bókini, Holgar Jacobsen fer at syngja nakrar sangir, og fólk fáa høvi at fáa sær okkurt at drekka og okkurt søtt og jólaligt afturvið.

At enda kunnu fólk keypa bókina fyri ein tilboðsprís á 200 kr og kunnu haraftrat fáa Biritu at signera bókina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo