Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Týsdagin 23. oktober kl. 15.00 hevur Tórshavnar kommuna bókaframløgu í Listaskálanum. Løgd verður fram nýggja bókin, ”Gróður í Havn”, sum Uni Arge hevur skrivað. Bókin lýsir m.a. søguna hjá viðarlundini í Gundadali og mongum øðrum grønum blettum í býnum.

Tórshavnar kommuna var undangongukommuna á plantingarøkinum og setti fyrstu ferð fastan býargartnara í starv í 1982. Áhugin fyri gróðurseting í býnum er tó eldri enn so, og longu seinna helming av 19. øld royndi kommunan at gróðurseta eina viðarlund.

Tættir úr gróðrarsøguni verða lagdir fram í sambandi við tiltakið týsdagin. Á skránni er eisini sangur og ein gongutúrur í viðarlundini, har leiðarin á Skógrøktini, Michael Jacobæus, greiðir frá. Øll fáa eina plantu heim við sær.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo