Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna arbeiðir støðugt við at betra um umhvørvið, og at menna økið á umhvørvisplássinum.

Vága Kommuna samtykti á seinasta býráðsfundi at samstarva við IRF um eina verkætlan at bjóða sínum borgarum eitt sett av Bokashi spannum. Í einum setti av Bokashi eru tvær spannir og 1kg av kompostger. Í fyrsta umfari, eru 200 sett av fyri at meta um hvør áhugin og tørvurin hjá borgarunum er.

Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum). 

Tá spannin er full, skal hon standa í tvær vikur í innihita, og síðani er tveir møguleikar at hagreiða bokashi-tilfarið víðari:

  1. Tilfarið kann gravast niður í mold (t.d. í eina gamla veltu ella í eina pallerammu)
  2. Tilfarið kann leggjast í ein kompostkassa og síðani verða dekkað til við mold. 

Allar matleivdir kunnu latast í bokashi-spannina, eisini fiskur og kjøt. Rotta verður ikki drigin at bokashi á sama hátt sum við vanligum komposti. Orsøkin til hetta er, at innihaldið í Bokashispannini hevur eitt sera lágt pH-virði, og rottum dáma ikki súran mat (tær dragast í størri mun at rotnum mati). Tó kann tað henda, at hundur ella fuglur fer at skava í einum kassa við bokashi, um tilfarið ikki er grivið nóg langt niður. Tí verður mælt til at leggja 5-10 cm av mold omanyvir, hava eitt lok yvir ella brúka ein kompostkassa. 

Afturat Bokashi-settinum er tað neyðugt, at borgarar hava ein kompostkassa, pallerammu ella møguleika at grava bokashitilfarið niður úti í garðinum.

Meira kunning? Tit kunnu lesa meira um Bokashi á www.byhaver.dk. Eisini er ein føroyskur Facebook-bólkur “Bokashi sankutøð í Føroyum” sum hevur góða kunning og íblástur um sankutø.

Borgarar hjá Vága kommunu kunnu tekna seg til at fáa eitt sett av Bokashi spannum á heimasíðuni hjá kommununi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo