Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Sum nakað nýtt fara Hvalvíkar og Sunda bókasavn at skipa fyri einum felags tiltaki, “Bókasøvnini á ferð"

 - Vit fara at hava eina áhugaverda kvøldsetu. Meiningin er at bókasøvnini ferðast runt til bygdirnar í kommununi við tiltøkum. Vit byrja í ár at hava eina kvøldsetu við Gjógv, sigur Vár Lamhauge frá Hvalvíkar bókasavni. 

Tey sum eru við í tiltakinum hava øll tilknýtið til Gjógv. 

Kvøldsetan verur í bygdarhúsinum við Gjógv‚ hóskvøldið 17. mai frá kl 19.00-21.00.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo