Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fróðskapur hevur givið út bókina Kenn mær einki um. Kyn, frásagnarviðurskifti og frábrigdi í Sjúrðarkvæðunum eftir Brynhild Kamban. Henda útgávan tekur støði í MA-ritgerð, skrivað á Føroyamálsdeildini og vard í november í fjør.

Malan Marnersdóttir hevur ritstjórnað bókina. Astri Luihn hevur gjørt permumyndina við heitinum Blá søga í 2008. Bókin sum er nr. 11 í røðini Setursrit, er 110 blaðsíður.

Sjúrðarkvæðini eru partur av føroysku „populermentanini“ og endurspegla eina føroyska hugmyndafrøði um kyn. Eitt nú vísa persónlýsingarnar ein greiðan mun á kvinnum og monnum: Kvinnurnar eru vakrar, svikafullar, hevnisamar og falskar. Tær eru tølandi, harðhjartaðar og duga gand. Menninir, hinvegin, eru raskir, sterkir og virkisfúsir kappar. Teir duga ikki gand og gera ongantíð órætt.

Kvæðini eru sparin við ítøkiligum upplýsingum, so spurningurin er, um kynjamyndanin, tá ið av tornar, er so einføld og greið. Tí er grund til at viðgera kynjaspurningar í Sjúrðarkvæðunum við atliti at lýsingunum av kvinnum og monnum.

Kenn mær einki um greinar Sjúrðarkvæðini við støði í frásagnar- og kynjafrøði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo