Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í dag 2. desember, frá kl. 15.00 -19.00, hevur fjøllistamaðurin Heiðrikur á Heygum bæði bókaútgávu og listaframsýning í Williamsstovu (Niðri undir Myndlist í Tórshavn).

Nýggja bókin eftir Heiðrik á Heygum eitur “Gentan við gimsteinatárunum”. Talan er um ein fábul við 16 versum og 16 málningum. Bókin er ætlað til vaksin og snýr seg um menniskjanáttúruna, grammleika, materialismu og samfelagsskomm.

Søga og málningar eru eftir Heiðriki og tillagað bókina hevur Sissal Kampmann.

Á framsýningini ber til at ogna sær bókina, og somuleiðis eru allir 16 málningarnir úr bókini til sølu. Einast 300 eintøk eru prentað av bókini - 200 føroysk og 100 ensk. Hvørt eintak er persónliga talmerkt og undirskrivað av Heiðriki.

Hetta er onnur bókin eftir Heiðrik á Heygum. Fyrsta bókaútgávan hjá honum “Deyðin og moyggin” varð givin út í 2020.

Framsýningin er opin frá 2 - 8 des millum 15-19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo