Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tekstarøðin hjá Høgna Mohr í Dimmalætting í vetur er komin út í bók. Hon fæst til keyps í Gamla bókhandli í Havn.

Teir sjey tankatekstirnir hjá rithøvundanum eru hesir:

"Einki heiti"

"Meiningarleysar meiningar"

"Sekkjaður"

"Landet med citronmånen"

"Lendisvandálar"

"Fyrigev okkum syndir okkara"

"Tað tómliga tolsemið"

Vit hava biðið høvundin velja út eitt brot til okkum at seta saman við hesum greinastubba. Hann hevur valt henda tekstin:

"Kunngerðir

Tilbúgvingartilboð úr Vágum

Tøm hillarnar: Niðursjóðað njós. Krím upp á blikk. Typtar nasar í dós. Stongt verður so leingi, forkølilsið gongur.

Covid í Saddavági

Ein átti ikki at skemtað við nøkrum so totaliterum sum koronu, ið sum væntað hevur ment seg til eina ráa herferð móti at kalla øllum mannarættindum.

Tað tragikomiska er tó, at miðleysu maktgreðingarnir í krímkrígnum verða hildnir til av eini ófatiliga fjákutari fjøld. Hygg bara, hvussu stuðlarnir standa undir bussskýlum við sløktum heila. Teir eru í bakteriumasku og bíða eftir einum virusbussi, sum ongantíð kemur.

Inni í høvdinum á teimum rennur ein tjúkkur maður runt í læknakitli og útstingur avskeplaðar ordrar, sum var hann várharra upp á LSD. Nú er maðurin blivin líka irriterandi sum ein húsfluga. Blívur hann við at reika runt í sínum stórlætissýrutrippi, so skilji eg væl, um tann sanni gud fær nokk og klamsar sín ótolandi imitator.

Vinur mín, ein annar lækni, greiddi mær frá, at hybris og nemesis hanga so tætt saman, at annað orðið neyvan hevur nakran týdning í sær sjálvum. Kortini var eitt tað fyrsta, hann lærdi í fornaldarfrøði, at skilja millum hesi bæði hugtøkini, sum hoyra heima í grikskari mytologi: Hybris var hugmóð. Nemesis var hevnd ella revsing gudanna fyri at hava forbrotið seg við sjálvgleði og øðrum introvertum svansi.

Hetta sama innanhokna menniskjað, sum er vit øll, tosar um at fyrigeva sær sjálvum ymsar misgerningar og at skylda sær sjálvum okkurt gott. Men tað ber ikki til at fyrigeva sær sjálvum. Og tað er líka ómøguligt at standa í skuld til ein sjálvan. Eins illa letur tað seg gera at toga seg upp eftir hárinum ella fáa børn við at nøkta sær út í leysa luft."

Bókarheiti: Tað tómliga tolsemið

Útgevari: Øgiliga egið forlag

Framleitt: Føroyaprent

Útgávuár: 2020

Síðutal: 60

Kostnaður: 150 krónur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo