Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

“Bókmentakalendarin í Svørtu kunningartalvuni í Norðagøtu” er farin í gongd – fyrsti teksturin, ein yrking, hekk í talvuni, har bygdafólkið fyrr kunnaði seg um boð frá m.a. øvrigheitini.
Talvan hekk sjálvandi við Glæmuna, gamla handils- og pakkhúsið heima í gomlu bygdini. Í dag eigur fyritøkan El-Talvuvirkið við Eyðuni Hansen, bygningin, sum hýsir nógvum týdningarmiklum el-verkætlanum. Adressan til Svørtu talvu í Norðragøtu er: Tróndargøta 18, 512 Norðragøta.

Aftur til bókmentirnar: í ár verða átta rithøvundar umboðaðir, og tilfarið verður nýtt eins og eldri og longu útgivið tilfar. Talan er um styttri tekstir, sum fólk kunnu gera sær ein gongutúr heim at lesa hesar myrku desemberdagar fram til og við jólaaftan! Hvør kennir ikki til vælveruna aftaná ein frískligan gongutúr í nærum øllum veðri? Gott fyri kroppin, gott fyri sinnið – og nú fæst ein bókmentalig perla sum hjáveiða.

Í ár er tað gleðiliga hent, at forlagið Eksil er komið við í arbeiðið við “Bókmentajólakalendaranum í Svørtu talvu í Norðragøtu”, og stjórin Kim Simonsen eins og fýra onnur, sum hava givið út á hesum forlagnum, við heimstaði í Syðrugøtu, geva okkum burtur av sínum skattum, og lýsa upp í myrkrinum. Hini eru Vónbjørt Vang, Anna Malan Jógvansdóttir, Beinir Bergsson og Lív Maria Róadóttir Jæger.

Meinhard Jensen, sum stóð fyri tekstunum í 2013, er eisini við í hópinum í ár, eins og Petur Pólson.

Harafturat vilja fyrireikararnir heiðra Kaj Johannesen, tónleikara og skald, sum andaðist hin 21.oktober í ár. Og tað var ein yrking hjá Kaj, sum vit kundu lesa í kalendaranum í gjár 1. Desember, og í dag 2.desember er tað Anna Malan, unga ritlistakvinnan úr Nólsoy, sum fyllir talvuna.!

Góða bókmentaatventu og fylgið við okkara skrivandi liði hesar dagar!

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo